
HB kunngerð í kvøld, at felagið hevur skrivað sáttmála við 22-ára gamla norðmannin Andreas Breimyr. Hann kom til royndarvenjing hjá føroyameistaranum í februar, og nú hevur HB knýtt leikaran við fortíð í enskum fótbólt til sín stutt undan kappingarbyrjan.
Tað er óvist hvussu leingi Tróndur Jensen er úti. Dugnaligi miðvallarin hevði eitt frálíkt kappingarár í fjør, en gjørdist álvarsliga skaddur ímóti endanum av árinum. Breimyr spældi við HB í VFF Cup finaluni, men ikki í stórsteypadystinum, har Brynjar Hlöðversson og Hørður Askham mannaðu sentrala miðvøllin.
HB byrjar sítt kappingarár sunnudagin við dysti í Klaksvík móti arvafíggindanum. Felagið skrivar í kvøld soleiðis um nýggja leikaran á heimsíðu sínari:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald