Annað

HB heldur frí á fyrstaplásinum við 12 sigrum á rað

HB vann 4-1 í Jóansøkudystinum í Vági.

2018-06-23 20:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

12 sigrar á rað. Ein frá metinum hjá B36 í 2001. Heili 40 stig; fimm stig frammanfyri arvafíggindan KÍ. Hetta eru gleðiligi hagtølini hjá mest vinnandi felagnum í føroyskum mansfótbólti, ið fær eina væluppiborna summarferiu. HB er aftur á tindinum, og kann fara heim frá Jóansøku við trimum stigum.

Fyri fyrstu ferð síðani samanleggingina spældi høvdu Suðringar heimavøll í Vági. Nýtt graslíki er lagt á vøllin á Eiðinum, og nú Jóansøka er í Vági, so var upplagt at hava dystin í 15.umfari har.

Beint eftir hálva tíman kom HB á odda. Eftir eitt trýst fekk HB hol á. Og tað var toppskjúttin í Betri.deildini, Adrian Justinussen, ið við skotið av brotsteigarmarkinum skoraði. Leiðslan helt tó ikki leingi. Eftir innlegg frá John Villy Leo Wøldike stútaði Salmundur Bech bóltin í málið, og so var 1-1 á Eiðinum. Men oddaliðið svaraði aftur beinanvegin. Adrian legði innfyri, og har var nýggi íslendski leikarin, Grétar Snær Gunnarson, og legði HB á odda.

Í 2.hálvleiki hevði HB gott tamarhald á spælinum. Útiliðið hevði bóltin meira, og stutt undan ein tími varð leiktur økti toppskjúttin. Adrian fekk bóltin innfyri frá vágbinginum Símuni Samuelsen. 3-1 og so var av álvara mótbrekka hjá Suðringum. 15 mál í 15 dystum hjá Adrian Justinussen, nú summarsteðgur er. Heilt framúr frá  19-ára gamla leikaranum.

Suðringar gjørdu eina erliga roynd við at seta afturnevnda Jóna Krosslá Poulsen inn í álopi saman við nýgga senegalesiska Pape Mamadou Faye. Heimaliði hevði eisini onkran møguleika at fáa spenning í aftur av álvara, men tað eydnaðist ikki. Ístaðin økti Dan í Soylu í yvirtíðini. 4-1 til HB, ið nú aftur hevur eina góða frástøðu til KÍ, nú summarsteðgur er.

TB/FCS/Royn – HB 1-3(1-2)
0-1 Adrian Rúnason Justinussen
1-1 Salmundur Bech
1-2 Grétar Snær Gunnarson
1-3 Adrian Rúnason Justinussen
1-4 Dan í Soylu

Støðan éftir 15.umfar:
1. HB (40 stig)
2. KÍ (35 stig)
3. B36 (28 stig)
4. NSí (27 stig)
5. Víkingur (26 stig)
6. Skála (18 stig)
7. EB/Streymur (17 stig)
8. TB/FCS/Royn (11 stig)
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (4 stig)


Mikudagin spæla EB/Streymur og Vìkingur í Sarpugerði. Talan er um ein framskundaðan dyst, orasakað av Evrope-luttøkini hjá Vìkingi í juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder