Fótbóltur

Video: Geza hevði aftur mál og upplegg í tryggum sigri

Gøtumaðurin vísti sínar stóru dygdir, tá Grimsby vann 5-2 á heimavølli og nærkaðist uppflytingarplássi. Uppleggið og málið hjá landsliðsmiðvallaranum vóru sannførandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-01 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Góða gongdin hjá Geza David Turi tykiskt ikki taka nakrna enda - og vónandi heldur hon væl og virðiliga fram undir landsliðssteðginum, sum nærkast í hvørjum.

Les eisini: Taka hópin út til týðandi uppgávur mánadagin klokkan 10

Grimsby tók í gjár ímóti York City, sum var trý stig frammanfyri undan dystinum, og annað vikuskiftið á rað skoraði Geza Turi, legði upp umframt at gøtumaðurin var við í øðrum málum.

Avrikið hjá nummar 15 var enn einaferð sannførandi. Hann var við í 1-0 málinum, York svaraði tvær ferðir aftur undan steðginum, men í 2. hálvleiki gjørdi heimaliðið av álvara bart.

Grimsby skoraði fýra ferðir, og í 78. minutti var tað 25-ára gamli føroyingurin, sum á egnari hálvu vann bóltin væl, rak 50 metrar við honum fyri síðani at spæla Josh Andrews leysan. 

4-2 og tá fimm minuttir vóru eftir, fekk Geza David Turi bóltin beint við brotsteigarlinjuna. Skotið var hart og flatt og fór niður í tættara málhornið: Eins og avrikið hjá Geza var tað sannførandi.

Sí uppleggið og málið í hæddarpunktunum ovast - hæddarpunktini við nummar 15 í miðdeplinum sígghast eisini á Yourube-síðuni hjá Grimsby Town

Grimsby liggur á play-off plássi eftir 14 umfør í League Two.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder