Fótbóltur

HB slapp við skrekkinum

AB skoraði eftir 39 sekund, og var á odda stóran part av dystinum. Í Klaksvík megnaðu fuglfirðingar at halda málið reint til bara seks minuttir vóru eftir av dystinum.

(Mynd: Bjarni Enghamar)

(Mynd: Bjarni Enghamar)

2022-05-18 21:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var eitt skirvisligt HB-lið, sum skuldi verja sigurin heim, tá Áki Samuelsen hevði lagt kreppurakta heimaliðið á 2-1.

Menn raktu ikki bóltin og avleveringarnar sótu ikki, sum tær skuldu. Hørður Askham mundi enntá javnað fyri AB-ararnar, tá hann í einari roynd at rudda bóltin burtur, setti bóltin á tvørtræið.

Tá so dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð lætnaði øgiligt hjá HB’arunum. Bæði innan- og uttanfyri vøllin. Mánadagin tveitti felagið Kim Engstrøm til hús, og boðaði løtu seinni frá, at Dalibor Savic varð settur sum nýggjur venjari restina av kappingarárinum. Hetta hendi eftir vánalig úrslit í longri tíð.

[object Object]Dalibor Savic (Mynd: Bjarni Enghamar)

Tíbetur fyri nýggja venjaran, fekk hann ein sigur í kvøld, og HB hevur sosatt spælt seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið.

AB legði seg annars á odda longu tá bara 39 sekund vórðu leikt. Marius Kryger Lindh og AB loypti hvøkk á sigursvanda HB, og heimaliðið fekk ikki hol á fyrr enn 17 minuttir vóru eftir av dystinum. Tá eydnaðist Pætur Petersen at prika bóltin inn og javna. Løtu seinni legði Áki Samuelsen HB á odda til 2-1, sum eisini bleiv úrslitið.

[object Object](Mynd: Bjarni Enghamar)

[object Object](Mynd: Bjarni Enghamar)

Sí eisini: Myndir: HB - AB 2-1

Klaksvíkingar hava seinastu árini klárað seg illa í steypakappingini, og í kvøld tók langa tíð at fáa hol á. Oddaliðið í 1. deild, ÍF, var á vitjan, og fuglfirðingar kláraðu at halda málið reint til bara seks minuttir vóru eftir.

Tá eydnaðist Páll Andrassyni Klettskarð at stúta bóltin í netið til 1-0. Lítla løtu seinni var hann aftur klárur við høvdinum og økti til 2-0. Síðsta skotið í dystinum fekk KÍ-liðskiparin Jákup Biskopstø Andreasen. Hann høgdi til og staðfesti sigurin. 3-0 til heimaliðið.

Í Trongisvági var 07 Vestur á vitjan hjá TB. 07 Vestur vísti styrki og vann dystin 4-1. Støðan í hálvleikinum var 2-1 til vágamenn.

HB - AB 2-1 (0-1)
1’ Marius Kryger Lindh 0-1
73’ Pætur Petersen 1-1
82’ Áki Samuelsen 2-1

KÍ - ÍF 3-0 (0-0)
84’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0
90’ Páll Andrasson Klettskarð 2-0
90’ Jákup Biskopstø Andreasen 3-0

TB - 07 Vestur 1-4 (1-2)
13’ Ronni Møller Iversen 0-1
38’ Janus Svabo Samuelsen 0-2
41’ Jóhan Renéson Thomsen 1-2
64’ Ronni Møller-Iversen 1-3
67’ Mads Borchers 1-4

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder