Fótbóltur

HB slítir samstarvið við estiskan áleypara

Erik Sorga er farin til hús eftir átta dystir uttan mál ella upplegg.

Erik Sorga í dysti á Svangaskarði. Tað eydnaðist ikki væl - samstarvið millum HB og estan (Mynd: RS Media/Havnar Bóltfelag)

Erik Sorga í dysti á Svangaskarði. Tað eydnaðist ikki væl - samstarvið millum HB og estan (Mynd: RS Media/Havnar Bóltfelag)

2026-05-08 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av fimm nýggjum útlendsku spælarunum, sum kom til HB í vetur, er Erik Sorga.

Hann er ikki longur í felagnum.

- HB og Erik Sorga eru komin ásamt um at enda samstarvið vegna persónligar orsøkir. Vit vilja takka Erik fyri tíðina í felagnum og ynskja honum alt tað besta víðari á leiðini.

Soleiðis skrivaði Havnar Bóltfelag á Facebook-síðu í gjárkvøldið.

Talan er ikki um ein avgerð, sum nógvir HB-fjepparar tykjast keddir av.

Erik Sorga hevur spælt 31 landsdystir fyri Estland. 26-ára gamli áleyparin kom ongantíð veruliga í gongd í HB, har hann er skrásettur fyri átta dystir og einki mál; ei heldur fyri nakað upplegg.

Estin kostaði eisini eitt mál í dystinum móti KÍ, tá hann misti bóltin óneyðuga á miðjum vølli.

HB liggur í løtuni á 5. plássið við 10 stigum fyri átta dystir. Í kvøld klokkan 18.30 spælir liðið við Løkin.

Lurta á FM1 og fylgið við á Portalinum

Sí eisini: Fótbóltsskýlið klokkan 17.15 og NSÍ - HB klokkan 18.30

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder