Fótbóltur

HB syrgdi fyri fyrsta KÍ-tapinum í ár

Tey trý málini í dystinum komu øll í fyrra hálvleiki.

(Skíggjamynd: Televarpið)

(Skíggjamynd: Televarpið)

2021-10-20 21:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klaksvíkingar eru longu føroyameistarar, so ein kann siga, at dysturin á Tórsvølli ímóti HB í kvøld einki hevði at siga. Kortini var nógv lagt fyri á vøllinum, og møguleikarnir vóru nógvir aftur og fram.

Tá avtornaði var tað tó heimaliðið sum stóð eftir við einum 2-1 sigri, og fyrsta tapið hjá KÍ í landskappingini í ár er veruleiki.

At fyrsta tapið ikki kemur fyrr enn í triðsíðsta umfarinum sigur nógv um hvussu sannførandi meistaraheitið hjá KÍ er í ár.

HB byrjaði dystin sum eitt óløðið og við málum frá Mikkel Dahl og Dan í Soylu var HB á odda 2-0 tá ein góður hálvur tími varð leiktur. Gott lag í HB-leguni.

Føroyameistararnir høvdu eisini onkran møguleika, og fáar minuttir eftir 2-0 málið hjá HB, minkaði Jóannes Bjartalíð um munin við skoti beint innanfyri brotsteigarmarkið.

KÍ trýsti meira í seinna hálvleiki, men HB hevði eisini vandamiklar støður. Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, sum HB vann 2-1.

HB sum ikki hevur havt eitt av sínum bestu kappingarárum minkar við sigrinum um munin upp til Víking á øðrum plássið, nú tveir dystir eru eftir, og kemur upp á 55 stig. Víkingur hevur 59 stig.

Í morgin verður útsetti dysturin millum TB og EB/Streymur leiktur. Tað verður klokkan 15 við Stórá í Trongisvági.

HB - KÍ 2-1 (2-1)
17' Mikkel Dahl 1-0
33' Dan í Soylu 2-0
Jóannes Bjartalíð 2-1

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ 68 stig (25 dystir)
2. Víkingur 59 stig (25 dystir)
3. HB 55 stig (25 dystur)
4. B36 42 stig (25 dystir)
5. NSÍ 41 stig (25 dystir)
6. 07 Vestur 25 stig (25 dystir)
7. EB/Streymur 22 stig (24 dystir)
8. B68 19 stig (25 dystir)
9. ÍF 16 stig (25 dystir)
10. TB 3 stig (24 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder