Fótbóltur

Oliver Klemensen Bødker er fyrsta keypið hjá Mikkjali Thomassen

20-ára gamli danski miðverjin hevur spælt fyri 07 Vestur fyri hetta kappingarárið. Hann hevur nú skrivað undir tvey-ára sáttmála við HB.

Myndir: Rói Sørensen/Havnar Bóltfelag

Myndir: Rói Sørensen/Havnar Bóltfelag

2026-11-11 22:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

– Eg hevði nakrar góðar samrøður við Mikkjal, sum fekk meg sannførdan um, at hetta var rætta staðið fyri meg. Og so er HB tað størsta felagið í Føroyum, sum skal spæla við um steyp.

Hetta sigur Oliver Klemensen Bødker við hb.fo.

20-ára gamli danski miðverjin hevur spælt fyri 07 Vestur fyri hetta kappingarárið, men nú hevur HB keypt hann leysan.

Hóast niðurflytingina hevur Bødker í løtum staðið sterkur í myndini. Hann hevur royndir við 26 av 27 landskappingardystum og var tann leikarin hjá 07 Vestur, sum spældi flestar minuttir, sambært FaroeSoccer.

- Fótbóltsuppvøksturin hevur hann fingið í Lyngby og FC Nordsjælland. Hann hevur eisini umboðað Danmark á U17-, U18- og U19-landsliðnum.

[object Object]Ungi danin er longu farin í gongd í styrkirúminum í Gundadali - her saman við Elisabet Vang, kropsligum venjara

[object Object]Myndir: Rói Sørensen/Havnar Bóltfelag

Talan er um fyrstu tilgongdina ha Meistardeildarhópin við monnum hjá HB - fyrsta nýggja spælaranum til tíðina undir Mikkjali Thomassen. Oliver Klemensen Bødker hevði sáttmála við 07 Vestur fyri næsta ár eisini, men er keyptur leystur nú.

Undir yvirskriftini "Takk fyri tíðina, Oliver - 07 Vestur hevur selt Oliver Klemensen Bødkær til HB", skrivar 07 Vestur í dag:

- Tað er við sorgblídni, at vit siga honum farvæl. Vit høvdu fegin havt hann við okkum víðari, men hava samstundis stóra virðing fyri, at hansara fótbóltsligu dygdir og mál røkka longur enn til at spæla í 1. deild.

Danin hevur nú ístaðin undirskrivað sáttmála í Gundadali til og við 2029.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder