
Bestu fótbóltsspælarar í Føroyum skulu 8. november heiðrast á ársins spælaratiltaki, sum FM1 og Portalurin skipa fyri á Hotel Hilton Garden Inn.
Føroyska fótbóltskappingin byrjar at líða móti endanum. Føroyameistararnir hjá kvinnum og monnum eru longu funnir. Hjá kvinnum tryggjaði KÍ sær meistaraheitið um vikuskiftið í seinasta dystinum, og hjá monnum hava klaksvíkingar eisini tryggjað sær meistaraheitið hóast tvey umfør eru eftir at spæla. Seinasta umfar verður spælt 25. oktober. Steypafinalan verður vikuna eftir, 31. oktober.
Nógvir spælarar hava skarað framúr í kappingarárinum sum fer, og nakrir av teimum verða heiðraðir á ársins spælaratiltaki.
Fleiri enn 20 heiðurslønir verða latnar.
Tiltakið verður sent beinleiðis á FM1 og á Portalinum verður livebloggur har fylgt verður við heiðurshandanini og myndir koma út so hvørt.
Heiðrarnir, sum verða latnir, eru ársins áleypari, miðvallari, verjuspælari, málverji, dómari, venjari, venjari 1. deild, gullskógvurin, ársins lið, Fair Play steypið, miðlari, ársins ungi spælari og ikki minst ársins spælari.
Tað eru venjarar, spælarar og miðlafólk, sum atkvøða um, hvør skal kjósast í hesum ymsu bólkunum.
Meira verður at frætta um tiltakið næstu vikurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald