- Óli Mittún hevur víst seg sum eitt av eitt av teimum mest spennandi ungu talentunum í heiminum. Hetta serliga við at hevja seg yvir hinar - við at dominera - í ungdómsendaspælinum og at bera føroysku liðini við sær til søgulig avrik. 20-ára gamli spælskiparin var millum annað Mest Virðismikli Spælarin (MVP) í U21 HM í Póllandi, tá Føroyar óvæntað endaðu nummar trý og harvið fingu søguliga gott úrslit.
Soleiðis skrivaði altjóða hondbóltssamgongan, IHF, millum annað, tá hon fyri smáum trimum vikum síðani kunngjørdi Óla Mittún sum ein av teimum trimun, sum er í uppskoti til "2025 IHF Young Male World Player OF THE Year".
Til ber at atkvøða á heimasíðuni hjá IHF
Til ber at atkvøða og við týsdagin 10. februar klokkan 22.59 føroyska tíð.
Tað eru hesar atkvøður, umframt tær frá dómsnevndum og venjarum, sum avgerða stóra heiðurin
Mittún, Costa og Roganovic eru teir tilnevndu (Mynd: IHF)
Umframt Óla Mittún eru Nikola Roganović úr Svøríki og Francisco "Kiko" Costa úr Portugal tilnevndir.
Síðstnevndi kann metast sum favorittur - Costa varð besti ungi spælari í EM-endaspælinum, men Óli Mittún man metast at í minsta lagi bjóða væl av. Núverandi GOG-spælarin varð toppskjútti í svensku deildini síðsta kappingarár, og omanfyrinevnda framúrskarandi HM-avrikið í Póllandi má telja nógv upp.
![]()
Óli Mittún fegnast saman við Høgna Vilhelmsen, liðleiðara, eftir at HM-bronsan kom í hús við sigri á Svøríki (Mynd: Sverri Egholm)
Atkvøður frá almenninginum telja ein part í heiðrinum. Seinasta freist at atkvøða er í kvøld klokkan 22.59 føroyska tíð. Hetta fer fram á heimasíðuni hjá IHF. Man skal bert gera ein ókeypis brúkara, fara undir "awards" og trýsta á "Vote now".
Til ber at atkvøða her - bert neyðugt við einari innritan
Skíggjamynd: IHF
Hetta er aðru ferð, at ein føroyingur er tilnevndur til heiðurin "Heimsins besti ungi spælari". Hetta var Elias Ellefsen á Skipagøtu fyri árið 2023 - systkinabarn Óla vann heiðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald