Teir spæla sínar heimadystir við landsliðnum har og eru uppvaksnir stutt hiðani. Men í fimm dagar í august seta fýra landsliðsspælarar dám á høllina við Tjarnir við sínum feløgum.
Í dag kunnu vit avdúka, at áðrenn næsta kappingarár byrjar, spæla Kiel, GOG og Valur venjingardystir í Føroyum – ímóti H71 og ímóti hvørjum øðrum. Harvið skulu Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún, Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg spæla á heimabeiti.
Tað er Eventz Føroyar, sum stendur fyri Wenzel Nordic Cup 2026. Tað, sum tey kalla fyri "Størstu hondbóltskappingin, ið nakrantíð hevur verið hildin í Føroyum".
![]()
Búmerki hjá nýggju kappingini (Mynd: Eventz Føroyar)
Øll liðini kappast í oddinum í sínum londum. Tey spæla - ella hava spælt - nógvar stórar evropeiskar dystir og hava stór hondbóltsnøvn í hópunum. Av útlendskum spælarum kunnu nevnast Andreas Wolff, Domagoj Duvnjak og Magnus Landin Jacobsen (Kiel), Hjalte Lykke og Kevin Møller (GOG) og Bjørgvin Páll Gustavsson (Valur)
Harvið er lagt upp til eina hondbóltsveitslu við Tjarnir, longu áðrenn kappingarárið byrjar. Og H71: Liðið fær av álvara roynt seg hesar dagarnar í august.
Allir seks dystirnir verða spældir í Stórhøllini Við Tjarnir, hóskvøldið 13. august,
fríggjakvøldið 14. august og sunnudagin 16. august. Nærri skrá og kunning um atgongumerkjasølu verða kunngjørd komandi tíðina.
![]()
Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg eru uppvaksnir í StÍF - skjótt skulu teir spæla móti H71 við Vali
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald