placeholder
Annað

Helgi ósigraður í EM

Føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, stóð seg væl í almennu EM-kappingini í kviktalvi í Katowice í Póllandi stutt undan jólum.

2023-01-22 18:56 Author image
Innsent
placeholder

Føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, stóð seg væl í almennu EM-kappingini í kviktalvi í Katowice í Póllandi stutt undan jólum.

Helgi endaði nummar 20 av í alt 910 telvarum úr øllum Evropa, sum kappaðust. Helgi fekk 8½ stig. Ellivu umfør vóru. Føroyingurin vann seks talv, telvaði fimm jøvn og tapti einki. Tó at Helgi ikki møtti telvara við hægri styrkitali, er talan um frálíkt úrslit. Helgi hevur styrkitalið 2580 í kviktalvi.

Helgi Dam Ziska. Nummar 20 í EM í kviktalvi.

Teir fremstu tríggir í EM-kappingini vóru:
1. Jaime Santos (Spania) 9½ stig
2. David Navara (Kekkia) 9
3. Daniel Fridman (Týskland) 9

Ellivu telvarar fingu 9 stig í alt. Teirra millum kunnu nevnast Nils Grandelius úr Svøríki og Hannes Stefansson úr Íslandi. Síðani vóru í alt 22 telvarar, ið fingu 8½ stig. Umframt Helga kann nevnast Michael Adams, sum hevur verið fremsti telvari í Onglandi seinastu á leið 25 árini.

Í kviktalvi hava telvarar á leið eitt korter í part til talvið. 

Dagførdur styrkilisti
Altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt fyrsta styrkilistan í nýggja árinum. Bara smærri broytingar eru í topp 10 yvirlitinum í Føroyum í mun til seinasta listan.

Topp 10 í Føroyum
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2546
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2397
3. IM John Arni Nilssen, ST 2321
4. Martin Poulsen, HT 2311
5. Rógvi Egilstoft, ST 2290
6. IM John Rødgaard, VT 2278
7. Olaf Berg, HT 2217
8. Luitjen Akselsson Apol, HT 2215
9. Flóvin Tór Næs, HT 2211
10. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2192

Umleið 350 telvarar eru virknir í teimum níggju talvfeløgunum í Føroyum.

Føroyar standa nummar 76 í røðini av teimum í alt 200 londunum, sum eru á yvirlitinum hjá FIDE. Norra er nummar 14, Svøríki 29, Danmark 31, Ísland 42 og Finnland nummar 52.

Hóast Føroyar eru lutfalsliga frammarlaga í talvi í heimshøpi eftir fólkatalinum, so hava vit framvegis ikki fleiri enn tríggjar telvarar við altjóða heiti. John Rødgaard hevur verið altjóða meistari (IM) síðani 1990, John Arni Nilssen tryggjaði sær sama heiti í 2006, og so fingu vit í 2016 fyrsta stórmeistaran (GM).

Ísland hevur afturímóti tólv virknar stórmeistarar og ellivu virknar altjóða meistarar. Ísland var eitt skifti fremsta talvtjóðin í heiminum eftir fólkatalinum. Føroyingar kendu seg smáar afturímóti í 80-unum. Ísland gjørdist nummar fimm á talvolympiaduni í Dubai í 1986 við fimm stórmeistarum á liðnum. Men í dag er eingin telvari í Íslandi við hægri styrkitali enn føroyski stórmeistarin.

Í klassiskum standardtalvi telist Helgi Dam Ziska millum teir fremstu í norðurlondum. Í Norra eru fimm telvarar við hægri styrkitali enn Helgi, í Danmark og Svøríki hevði Helgi verið nummar trý, í Finnlandi nummar tvey og í Íslandi nummar eitt.

15 teir bestu í norðurlondum:
1. GM Magnus Carlsen (Norra) 2859
2. GM Nils Grandelius (Svøríki) 2660
3. GM Aryan Tari (Norra) 2653
4. GM Jon Ludvig Hammer (Norra) 2630
5. GM Jonas Buhl Bjerre (Danmark) 2616
6. GM Mads Andersen (Danmark) 2609
7. GM Simen Agdestein (Norra) 2583
8. GM Johan-Sebastian Christiansen (Norra) 2574
9. GM Tomi Nyback (Finnland) 2567
10. GM Evgenij Agrest (Svøríki) 2567
11. GM Helgi Dam Ziska (Føroyar) 2546
12. GM Hjørvar Steinn Grétarsson (Ísland) 2544
13. GM Erik Blomqvist (Svøríki) 2538
14. GM Frode Urkedal (Norra) 2536
15. GM Allan Stig Rasmussen (Danmark) 2532

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder