Annað

Her er skráin til MMA Føroyar

Leygardagin klokkan hálvgun seks fer fyrsti dysturin í gongd í Høllini á Hálsi, og klokkan 21 fer Fróði Vitalis Hansen undir sín seinasta dyst sum yrkiskempari.

Fróði Vitalis Hansen fer leygarkvøldið undir sín seinasta dyst sum yrkiskempari

Fróði Vitalis Hansen fer leygarkvøldið undir sín seinasta dyst sum yrkiskempari

2023-05-16 12:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður leygardagin seinnapartin, at MMA Føroyar fer av bakkastokki, og at føroyski Fróði Vitalis Hansen fer at kempa í sínum seinasta dysti sum yrkiskempari.

Skráin er komin út, og tað verða sjey dystir frá klokkan hálvgun seks til klokkan 21 tá síðsti dysturin byrjar.

Dysti dysturin er nevniliga millum Fróða Vitalis Hansen og Mourad "buffer" Serrar úr Luksemborg.

Fyrireikararnir boða frá, at atgongumerkjasølan hevur gingið væl. Restin av atgongumerkjunum verða seld við dyrnar klokkan 16, men eisini er møguleiki at keypa á heimasíðuni mma.fo.

Skráin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder