Hondbóltur

Her eru allir EM-bólkarnir

Fyri fyrstu ferð vera 24 lið til eitt EM-endaspæl fyri kvinnur. Seks bólkar eru, og tvey lið koma víðari úr hvørjum.

Føroyar endaðu í bólki D (Mynd: EHF)

Føroyar endaðu í bólki D (Mynd: EHF)

2024-04-19 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár gjørdist greitt, at føroysku kvinnurnar síðst í november skulu til Basel í Sveis at spæla bólkaspælið í EM-endaspælinum.

Talan er um bólk D - ein av teimum seks bólkunum - har Danmark, Sveis og Kroatia eisini eru við.

Sí eisini: 
Til Sveis at spæla móti vertunum, Danmark og Kroatia
Leggja fyri móti Sveis 29. november
Myndir: EM-lutakast á Oknarvegi

Hetta var eitt miðalgott lutakast fyri Føroyar. At fáa stig móti liði úr styrkisbólki 1 var ógvuliga ósannlíkt, og Danmark kann blíva ein stuttlig og spennandi avbjóðing. Sveis var kanska veikasta liðið úr styrkisbólki 2, og tað verður sanniliga ein serstøk uppliving at spæla móti einari vertstjóð. Kroatia úr styrkisbólki 3 var á pappírinum heldur keðiligt, men tað kundi samanlagt verið verri.

EM-bólkarnir:

Bólkur A (Debrecen, Ungarn):
Svøríki, Ungarn, Norðurmakedónia, Turkaland

Bólkur B Debrecen, Ungarn):
Montenegro, Rumenia, Serbia, Kekkia

Bólkur C (Basel, Sveis):
Frakland, Spania, Pólland, Portugal

Bólkur D (Basel, Sveis):
Danmark, Sveis, Kroatia, Føroyar

Bólkur E (Innsb
Noreg, Eysturríki, Slovenia, Slovakia

Bólkur F:
Niðurlond, Týskland, Ísland, Ukraina

Um hugt verður eftir bólkunum, so kundi tað kanska verið verri at enda í serliga bólk C og kanska bólki E og F eisini - also um Føroyar høvdu tikið plássið hjá aftast/lægst styrkismetta liðnum í teimum bólkunum. 

Hetta er tó ilt at siga áðrenn. Í øllum førum fáa føroysku kvinnurnar stórar og spennandi avbjóðingar í vetur.

Hetta er fyrstu ferð, at 24 lond verða við til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki, og so eru tvey meginumfør við seks liðum úr hvørjum. Finaluvikuskifti verður spælt í Wien.

[object Object]
Mynd: EHF

Her er føroyska dystaskráin til EM-endaspælið:
29.november: Sveis - Føroyar
1.desember: Føroyar - Kroatia
3.desember: Føroyar - Danmark

Allir dystirnir verða spældir í Basel (St. Jakobshalle - yvir 6.000 áskoðarapláss)

Sí eisini video frá tiltakinum í Føroya Banka í gjár:
Elsa Egholm: Altíð stuttligt at spæla móti Damark
Hallur Danielsen: - Vóna at síggja nógvar føroyskar áskoðarar
Andrass Thomsen: - Vóna at endurskapa góða stemningin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder