Allar áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vórðu leiktar mikudagin. Næstan fimm mál vórðu skoraði í miðal, har tey 14 í Hoyvík trektu miðaltalið upp.
Les eisini: Samandráttur frá stóra steypadegnum
Nøkur mál vóru sera flott; millum annað seinna málið hjá Árna Frederiksberg fyri B36 móti 07 Vestur og málið hjá Dávid Lisberg fyri FC Suðuroy í Suðuroyaruppgerðini í Trongisvági. Hesi málini og hini 36 kunnu síggjast í FSF Varpinum omanfyri.
Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar 2. Páskadag, mánadagin 22. apríl:
Víkingur – B68
HB – B71
Skála – TB
B36 – KÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald