Hondbóltur

Hesar 16 skulu til HM í Kina

U20 hondbóltskvinnurnar seta kósina móti Kina leygardagin. Í hópinum eru millum annað fleiri greipuvinnarar.

Í fjør vóru Føroyar til U19 EM-endaspælið (Mynd: HSF/Kolektiff)

Í fjør vóru Føroyar til U19 EM-endaspælið (Mynd: HSF/Kolektiff)

2026-06-16 13:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin fara føroysku U20-kvinnurnar av landinum, longu ferðina til Jinzhong í Kina, har HM-endaspælið verður leikt í døgunum 24. juni til 5. juli.

Nicholas Satchwell og Helgi Hildarson Hoydal, venjarar, hava nú úttikið hópin til endaspælið.

Nógvar av liðnum hava longu av álvara gjørt vart við seg í fremstu føroysku deildini. Millum annað Gylta Djurhuus á Neystabø, sum var málverji hjá greipuvinnarunum úr Kyndli, gjørdist ársins stjørnuskot í SMS-deildini, og sum hevur verið til HM-endaspæl við A-landsliðnum.

[object Object]
Gylta Djurhuus á Neystabø í HM-dysti móti Týsklandi í desember (Mynd: Sverri Egholm)

Gylta, Joan Johannesen og Silja Geirsdóttir Eystberg áttu stóran leiklut í flotta árinum hjá Kyndli, og skulu allair tríggjar nú útum landoddarnar (ávikavist Svøríki, Ísland og Danmark) at spæla yrkishondbólt.

Strikuspælarin Agatha Kjærbæk Djurhuus fer, eins og Joan Johannesen, til íslendska KA/Þór og fleiri aðrir spennandi spælarar eru í hópinum, sum sæst her:  

Málverjar:
Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil
Maria Beder, H71

Útileikarar:
Rakul Christiansen, H71
Helena Dahl Magnusardóttir, Neistin
Arnfríð Jacobsen, StÍF
Joan Rúnadóttir Johannesen, Kyndil
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Ró Reginsdóttir, Neistin
Silja Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Agatha Kjærbæk Djurhuus, VB
Karin Elisabeth Leonsdóttir Kjærbæk, Kyndil
Mira Bendix Laursen, Kyndil
Lív Rouch Ísfeld, Neistin
Asta Sofía Finndóttir Hansen, Kyndil
Eivør í Stórustovu, Neistin
Marjun Kristina Jansdóttir, Kyndil

Føroyar eru í bólki saman við Noreg, Kroatia og Japan. Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:

Mikudagin 24. juni kl. 11.30
Hósdagin 25. juni kl. 09.15
Leygardagin 27. juni kl. 09.15

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder