Hondbóltur

Hesar umboða Føroyar til fyrsta vaksnamannaendaspæl í HM

18 spælarar fóru við flogfarinum til Týsklands mánamorgunin. Miðalaldurin er 23,5, og fimm fara til sítt fyrsta A-endaspæl – sí yvirlit yvir spælarar og tey í toyminum rundan um.

Karin Egholm (nummar 28) skal til sítt fyrsta endaspæl sum vaksnamannaspælara. Javngamla Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, sum eisini hevur verið darvað av skaða, var til EM í fjør. Tær eru millum tær yngstu í unga hópinum (Mynd: Sverri Egholm)

Karin Egholm (nummar 28) skal til sítt fyrsta endaspæl sum vaksnamannaspælara. Javngamla Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, sum eisini hevur verið darvað av skaða, var til EM í fjør. Tær eru millum tær yngstu í unga hópinum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-24 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og til EM-endaspælið í Sveis í fjør, eru 18 spælarar, umframt venjarar og føstu hjálparfólkini, farin avstað til HM mánamorgunin – fyri Føroyar.

Tey fimm, sum vóru í venjara og hjálparatoyminum til EM-endaspælið í fjr, eru framvegis har: Claus Mogensen og Simon Olsen, sum ávikavist høvuðsvenjari og hjálparvenjari, málverju- og mentalvenjarin Jens á Skipagøtu umframt Beinta Bendix Laursen (fysioterapeut) og Inga Dahl (liðleiðari) sum eru týðandi og hava verið við leingi.

Harafturat er Pól Hendrikur Andreasen við sum kropsligur venjari. Hann varð settur fyrr í ár.

Í spælarahópinum eru fimm broytingar í mun til EM 2024: Brynja Høj og Turið Arge Samuelsen eru givnar, Bjørk Franksdóttir Joensen er skadd enn, og Lukka Arge og Brynhild Pálsdóttir eru ikki á listanum. Sum skilst er Brynhild heldur ikki tøk til landsdystir júst nú.

Fimm aðrar skulu royna seg til eitt endaspæl á fyrsta sinni: Karin Egholm er nú annar av høgru vongunum, Vár Bentsdóttir Zachariasen er  striku/miðverjuavloysari eftir Brynju Høj, og bakspælararnir Maria Halsdóttir Weyhe og Marianna Geirsdóttir Eystberg eru komnar aftur á landsliðið í heyst, eftir at hava verið vekk í ávikavist tvey og trý ár.

Hesaferð hava Føroyar eisini tríggjar málverjar við: Gylta Djurhuus á Neystabø, sum var týðandi í Íslandi í oktober, er løgd afturat. Hetta hongur saman við, at Annika Fríðheim Petersen júst er vend aftur eftir barnsburð og helst ikki verður í hópinum til allar seks dystirnar.

18-ára gamla Gylta Djurhuus á Neystabø er yngsti spælari í hópinum, og Føroyar hava ógvuliga ungan hóp: Miðalaldurin er bert 23,5 ár.

Bert seks av teimum 18 – ein triðingur – spælir til dagliga í Føroyum.

Her er yvirlit yvir føroyska EM-hópin, umframt venjarar og leiðarar tess:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder