Kappróður

Hesi vera við teimum 96 bátunum á Norðoyastevnu

Ársins fyrsti róður verður í Klaksvík í morgin klokkan 13.30. Hetta er barnaróðurin hjá gentum - seinasti róðurin eru 5 mannafør hjá gentum (17-18 ár).

Eftir ætlan skulu Klaksvíkingur og Norðingur kappast við Havnarbátin stutt áðrenn 17.30 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eftir ætlan skulu Klaksvíkingur og Norðingur kappast við Havnarbátin stutt áðrenn 17.30 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-05-30 15:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ódnartøk eru av, og í morgin, leygardagin 31. mai, verður tann fyrsti barna- og FM-róðurin í 2025 rógvin. Sum vant verður hetta á Norðoyastevnu.

Júst Klaksvík hevur verið ein kappróðrarháborg í nógv ár, og sum heild er stórur spenningur. 

Samanlagt 97 bátsmanningar skulu kappast. 9 FM-róðrar eru og fýra barnaróðrar. Harav eru tvær hálvfinalur hjá gentum og ein finala.

Tað er júst hjá gentum og ungum kvinnum, at størsti áhugin er. Størstu FM-róðrarnir eru 5 mannafør gentur (14-16 ár)  og 6-mannafør menn. Har eru ellivu bátsmanningar í hvørjari. 

Hjá 6-mannaførum við kvinnum eru bert Jarnbardur og Hósvíkingur við. Annars er áhugin stórur. 

Til ber at síggja startrøðina HER

rsf.fo hevur eisini yvirlit yvir, hvør rør við hvørjum báti, hvør stýrur og er hvør er á hvørjum plássi í bátinum. Hetta sæst HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder