
Næstseinasti FM-róðurin í 2025 verður rógvin seinnapartin á Sørvágsfirði. Hetta í sambandi við Vestanstevnuna.
Aðru vikuna á rað verður talan um metróður. 114 manningar kappaðust á Fjarðastevuni á Skála. Hetta vóru tríggjar fleiri enn metið frá ólavsøkuni í 2021 (111), og sambært startrøðini hjá Róðrarsambandi Føroya verða eins nógvar hesaferð. Fyrst vóru 117 tilmeldaðar, men tríggjar hava givið avboð, so tað verða aftur 114 manningar í dag, um einki óvæntað hendir.
Startrøðin til róðurin á Sørvágsfirði sæst her
Stórur spenningur í fleiri kappingum
Tað er stórur spenningur í FM-kappingini í barnaróðrinum, hjá 5-mannaførum við gentum 14-16 ár og 5-mannaførum kvinnum.
Barnaróðurin byrjar nú klokkan 13.30. Teir róðrarnir, har tað er tætt í oddinu, kunnu síggjast á Rás1 hjá Televarpinum.
Og so eru tað 10-mannaførunum, har flaggtíðin stendur til 17.20. Eftir ein tættan róður í dýrdarveðrinum á Fjarðastevuni fyri viku síðani kom Klaksvíkingur á 3-2 í róðrum í stríðnum við Havnarbátin.
Spurningurin er so, um Havnarbáturin megnar at javna aftur í dag. Um so er verður talan um eina reina finalu um FM á ólavsøku. Um Klaksvíkingur vinnur í dag, so stendur ógvuliga væl til hjá sigursvanda bátinum hjá KRF.
Tað var eitt tætt stríð millum 10-mannaførini á Skálafjørðinum í síðstu viku (Mynd: Jens Kr. Vang)
Kringvarpið sigur frá og vísir sum vant róðrarnar frá klokkan 15 í sjónvarpinum og á heimasíðuni.
Barnaróðurin byrjar klokkan 13.30 og kann síggjast á Rás1 hjá Televarpinum
Her ber til at síggja allar manningarnar sum rógva á Vestanstevnu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald