Fótbóltur

Hesir 20 vóru bestu leikararnir í Champions League

Liverpool eiga flest leikarar á listanum.

2019-06-03 10:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

UEFA hevur kosið 20 teir bestu leikararnir í ársins Champions League kapping. Níggju eygleiðarar hjá fótbóltssamgonguni, hava kosið bestu leikararnar, og tað eru ársins vinnarar, Liverpool, sum eiga flest leikarar á listanum.

Liverpool eigur seks leikarar á listanum. Næstir Liverpool eru Ajax við fimm leikarum, meðan Tottenham hevur tríggjar leikarar.

Seinastu fimm árini áðrenn ársins kapping hevur eitt spanskt lið vunnið kappingina. Men í ár eydnaðist ikki eins væl og hetta sæst aftur á listanum. Barcelona eigur tveir leikarar, meðan Real Madrid ongan hevur.

Hesir eru 20 teir bestu leikararnir í ársins Champions League:

Málmenn

- Alisson Becker (Liverpool)

- Marc-André ter Stegen (Barcelona)

Verja

- Virgil van Dijk (Liverpool)

- Matthijs de Ligt (Ajax)

- Jan Vertonghen (Tottenham)

- Trent Alexander-Arnold (Liverpool)

- Andy Robertson (Liverpool)

Miðvøllur

- Moussa Sissoko (Tottenham)

- Hakim Ziyech (Ajax)

- Kevin De Bruyne (Manchester City)

- Frenkie de Jong (Ajax)

- Tanguy Ndombele (Lyon)

- Georginio Wijnaldum (Liverpool)

- David Neres (Ajax)

- Raheem Sterling (Manchester City)

Álop

- Lionel Messi (Barcelona)

- Dušan Tadić (Ajax)

- Sadio Mané (Liverpool)

- Cristiano Ronaldo (Juventus)

- Lucas Moura (Tottenham)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder