Fótbóltur

Hesum fimm liðum kann KÍ møta í Champions League

Lutakast verður í morgin klokkan 11. Onkrir kenningar eru í pottinum.

KÍ leikti í 2018 ímóti Zalgiris. Her ein mynd frá útidystinum í Vilnius, Litava (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ leikti í 2018 ímóti Zalgiris. Her ein mynd frá útidystinum í Vilnius, Litava (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-13 16:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 11 í morgin verða tað uttan iva fleiri klaksvíkingar og onnur fótbóltsáhugaði, sum fara at fylgja væl við.

Tá verður lutakast um hvørjum KÍ skal spæla ímóti í fyrsta umfari í Champions League. Nú er eisini greitt hvørjum fimm liðum, KÍ kann møta, og onkrir kenningar verða í pottinum.

KÍ er í bólki tvey og liðini, sum klaksvíkingar kunnu møta eru meistararnr úr Svøríki, Noreg, Finnlandi, Wales og Litava:

Malmö (Svøríki)
Bodø/Glimt (Noreg)
HJK Helsinki (Finnland)
The New Saints (Wales)
Žalgiris (Litava)

Meistararnir í Litava, Žalgiris, vóru á vitjan hjá KÍ í Gundadali í 2018, har teir vunnu 2-1. Í returdystinum í Litava gjørdist javnt, 1-1, og litavar varpaðu tá KÍ úr Europa League.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Bæði HJK Helsinki og The New Saints hava áður leikt móti Føroyum liðnum. HJK ímóti HB í 2019 og TNS ímóti B36 í tveimum førum í 2015 og í 2020.

Hetta eru lið sum KÍ hevur møguleika at vinna ímóti, men tað verður sera trupult at vinna ímóti svenska Malmö og norska Bodø/Glimt.

Fyrru dystirnir í 1. umfari verða leiktir 5/6. juli og seinnu verða leiktir 12/13. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder