Fótbóltur

Hjálparvenjarin sagt seg úr starvi

Jákup Martin Joensen er ikki longur partur av venjaratoyminum í HB.

Páll Mohr Joensen, táverandi formaður í HB, og Jákup Martin Joensen (Mynd: HB)

Páll Mohr Joensen, táverandi formaður í HB, og Jákup Martin Joensen (Mynd: HB)

2023-03-28 21:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv ein stuttur steðgur hjá Jákupi Martin Joensen í HB. Hann varð í desember kunngjørdur sum hjálparvenjari hjá Dalibor Savic, men hetta hevur fingið ein bráðan enda.

Norðlýsið hevur fingið váttað frá keldum, at Jákup Martin Joensen ikki longur er partur av venjaratoyminum hjá HB.

[object Object]Jákup Martin Joensen hevur seinastu árini verið høvuðsvenjari hjá EB/Streymi (Mynd: Sverri Egholm)

HB vann 4-1 á B68 í fyrsta umfari í Betri deildini, men bæði annað og triðja umfar vóru avlýst av kava. Teir reyðu og svørtu hava spælt ein venjingardyst móti KÍ, og taptu greitt 2-0.

HB skal mánakvøldið spæla móti B36 í tí, sum eitur fjórða umfar, men sum er annað umfar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder