
HB skal um eina løtu spæla sín fyrsta evropeiska dyst í trý ár. Hetta er leingi fyri eitt so stórt felag, og uppgávan í dag er eisini stór. Finska meistaraliðið HJK Helsinki, ið vann 5-2 á Víkingi í kappingini fjør, tekur ímóti.
Les eisini:
Nú skal HB royna seg í Champions League
Annað árid á rað er HJK Helsinki avbjóðingin
Hemir Guðjónsson og Rasmus Nolsøe hava sett liðið í Finnlandi. Talan er um júst somu ellivu ið byrja, sum í undanfarnu dystum í Betrideildini ímóti Skála og ÍF:
Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Bartal Wardum, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Rúnasson Justinussen, Hørður Askham, Tróndur Jensen, Símun Samuelsen - Dan í Soylu, Ari Mohr Olsen.
Grafikkurin hjá UEFA setur hetta upp sum eina 4-4-2 leikskipan, men Dan í Soylu kemur allarhelst at spæla sum ein hangandi áleypari.
Á bonkinum er tað mest spennandi navnið Rene Shaki Joensen. Miðvallarin er komin aftur til barndómsfelagið í summar, og kemur helst inn til sín fyrsta dyst í dag. Brynjar Hloðversson hevur ikki spælt í tveir mánaðir, men er á bonkinum í dag:
Bjarti Vitalis Mørk, Sebastian Pingel, Brynjar Hloðversson, Daniel Johansen, Pætur J. Petersen Rene Shaki Joensen, Símun Sólheim
Faceobook-síðan hjá HB vísir til leinkju, har til ber at stroyma. Trýst á her, fyri at síggja dystin
Tað vísur seg, at tað ikki ber til at hyggja á dystinum á ávístu leinkju. Til ber tó at finna dystin aðrastaðni á netinum, og til ber at fylgja støðuni á forsíðu okkara.
(Í hálvleikinum er støðan 2-0, men HJK fekk ein leikara útvístan eftir hálvan tíma)
Dagført: 17.50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald