Hondbóltur

HM: Annika og Marianna koma inn í hópin aftur til endaspælið

Málverjin er farin í gongd aftur eftir barnsburð, meðan bakspælarin seinastu árini hevur verið gjøgnum barnsburð og skaðar men nú spælir í næstbestu donsku deildini. Annars er hópurin tann sami, sum varð úttikin til EM-undandystirnar í oktober.

Marianna Geirsdóttir Eystberg spældi seinast á landsliðnum fyri trimum árum síðani - havnarkvinnan var í fleiri ár fastur spælari og kann geva nakað afturat til føroysku bakketuna (Mynd: Sverri Egholm)

Marianna Geirsdóttir Eystberg spældi seinast á landsliðnum fyri trimum árum síðani - havnarkvinnan var í fleiri ár fastur spælari og kann geva nakað afturat til føroysku bakketuna (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-04 20:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin varð endaliga kunngjørt, hvørjar 18 skulu við til fyrsta HM-endaspælið hjá Føroyum í vaksnamannahondbólti.

Til EM í fjør høvdu Føroyar hægst gjørliga talið av spælarum - 19 - hesaferð eru 18 spælarar á listanum hjá Claus Mogensen og Simon Olsen.

Sìðani seinasta endaspæl eru Brynja Høj og Turið Arge Samuelsen givnar á landsliðnum. Bjørk Franksdóttir Joensen hevur verið darvað av knæskaða síðani seint seinasta vetur men er spakuliga við at koma fyri seg. Brynhild Pálsdóttir, ið kom inn í hópin til dystin móti Montenegro í oktober, hevur meldað seg at ikki vera tøka til HM-endaspælið vegna millum annað skúlagongd. Lukka Arge var eisini við til EM-endaspælið í fjør. Seinasta landsdyst hon spældi, var fyrri HM-røkk støkk-dysturin móti Litava í apríl.

Tvær royndar eru við aftur

Allar 16, sum vóru í Íslandi og vunnu í 1. umfari í EM-undankappingini í oktober, eru úttiknar til HM-endaspælið. Hetta er tað ikki so nógv óvæntað í. Bæði Karin Egholm og Maria Pálsdóttir Nólsoy beklaðu í sambandi við landsliðssamlingina, men báðar eru komnar skjótt fyri seg og hava verið á vølli aftur síðani.

Annika Fríðheim Petersen og Marianna Geirsdóttir Eystberg hava eisini spælt stórar leiklutir í sigri á Íslandi. Hetta var millum annað saman við Súnu Krossteig Hansen og Mariu Halsdóttir Weyhe, tá Føroyar í 2015 vunnu U17 EM-undandyst móti grannunum fyri vestan á Hálsi.

[object Object]
Marianna Geirsdóttir Eystberg til landsliðsvenjing í heyst í fjør. Bakspælarin hevur arbeitt seg inn aftur í landsliðshópin (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Annika og Marianna verða nú lagdar afturat teimum 16, sum vórðu úttiknar til fyrstu EM-undankappingardystirnar í oktober. Tær eru ávikvist 26 og 27 ár og koma, saman við Mariu Weyhe sum gjørdi "comeback" í Ísland, við millum annað serdygdum og royndum til unga liðið: Marianna Eystberg og Maria Halsdóttir Weyhe hava ikki, sum Annika, verið til endaspæl, men tær hava millum annað spælt stórar dystir í Føroyum, evropeiskar dystir og á góðum stigi í Danmark.

Marianna Geirsdóttir Eystberg spælir nú við BK Ydun í næstbestu donsku deildini. Áðrenn tað hevur Kyndla-kvinnan spælt í triðbestu donsku deildini - seinastu árini hevur Marianna eisini verið nakað vekk frá hondbóltinum vegna barnsburð og skaðar.

Eftir at hava verið til venjingar við landsliðnum nakrar ferðir seinasta stóra árið, er vandamikli bakspælarin aftur á A-landsliðnum til søguliga endaspælið, har hon kann geva uppaftur meira "X-faktor" til bakketuna. Seinast Marianna Eystberg spældi á landsliðnum var til HM-undankappingardystir í Kosovo: Tá skoraði hon 16 mál í tveimum dystum.

Annika Fríðheim Petersen er farin aftur at venja í Aalborg. Hoyvíkskvinnan átti sítt fyrsta barn miðskeiðis í september, og nú ger hon seg til reiðar til HM-endaspæl. Annika hevur ikki spælt á landsliðnum síðani EM-endaspælið, men hon kann geva málverjutoyminum nógv. Rakul Wardum og Gylta Djurhuus á Neystabø høvdu nakrar ógvuliga góðar løtur í seinastu dystunum.

[object Object]
Annika Petersen fegnast undir dystinum móti Danmark - hon varð dagsins spælari í søguliga javnleikinum móti Kroatia tveir dagar frammanundan: Málverjin 17 bjargingar í 17-17 dystinum 

[object Object]Annika heilsar uppá liðfelagar til venjing undan HM røkkstøkk dystinum móti Litava við Tjarnir (Myndir: Sverri Egholm)

HM-hópurin: 
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (Danmark)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (Danmark)
Gylta á Neystabø, Kyndil

Vengur:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
Karin Egholm, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (Danmark)
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71

Strikur:
Pernille Brandenborg, Storhamar (Noreg)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (Danmark)

Bakkar:
Elsa Egholm, Ajax København (Danmark)
Jana Mittún, Viborg HK (Danmark)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (Danmark)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (Danmark)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (Danark)
Marita Mortensen, HØJ (Danmark)
Marianna Geirsdóttir Eystberg BK Ydun (Danmark)
Maria Halsdóttir Weyhe, H71

Av hesum 18 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.

Dystarskráin til bólkaspælið í Trier:
Mikudagin 26. nov kl. 19.30: Montenegro – Føroyar
Fríggjadagin 28. nov kl. 19.30:
Spania – Føroyar
Sunnudagin 30. nov kl. 14.30:
Føroyar – Paraguai

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder