
Føroysku dartlandsliðini spældu í dag fyrstu dystirnar í HM-kappingini, sum er í Suðurkorea.
Hjá kvinnum var talan um tvey pør, og hjá monnum vóru fýra á liðnum, sum var í einum bólkaspæli, har tað ikki var so langt frá at eydnast at enda í topp-tvey og harvið koma víðari.
Menninir skrivaðu í roynd og veru søgu í Seoul og endaðu í ovaru hálvu av liðkappingini - hetta eftir tríggjar sigrar.
Dartsamband Føroya skrivar soleiðis niðanfyri:
Gjørdu bart í bólkaspælinum - vunnu á norðmonnum eftir eyka pílar
Menninir skuldu royna seg í liðkappingini. Hetta var skipað sum bólkaspæl við 5 ella 6 londum í bólkinum, har 2 lond komu víðari úr hvørjum bólki.
4 leikarar eru á hvørjum liði. Leikararnir spæla bert eitt sett móti hvørjum leikara á mótstøðuliðnum. Tað liðið, ið fyrst vinnur 9 sett, hevur vunnið dystin.
Føroyar komu í ein bólk við 6 londum og hóast føroyska liðið var styrkismett sum nummar 5, so var málið at koma víðari úr bólkaspælinum. Tað fór at vera trupult eftirsum Holland og Írland tyktust nakað væl sterkari enn hini londini í bólkinum.
Dagurin byrjaði væl hjá føroyska liðnum. Fyrsti dysturin var móti Ukraina: Føroyar vunnu uttan stórvegis trupulleikar 9-4.
Næsti dysturin hjá Føroyum var móti Norra. Norra byrjaði betur, men Føroyar komu væl við aftur og tá komið var í helvt, var støðan 4-4. Liðini skiftust síðani um at vinna settini og tá allir leikararnir høvdu spælt móti hvørjum øðrum, var støðan 8-8 og alt skuldi tí avgerðast í einum tie-break-setti. Nú var drama fyri allar pengarnar, tí tað var júst eitt slíkt tie-break-sett, sum gjørdi enda á vónunum um at koma víðari bæði í HM 2023 og EM 2024. Jan MacIntosh var valdur at spæla settið. Norðmaðurin slapp at byrja og kann kundi avgjørt dystin við sínum 18. píli, men misnýtti. Jan fekk so møguleikan, og hann rakti double 4 við sínum 17. Píli og so var 9-8 sigurin á Norra komin í hús. Frøi í føroyska hópinum og við tveimum sigrum á rað, var framvegis møguligt at koma víðari úr bólkaspælinum.
Triði dysturin var á pappírinum tann truplasti. Holland hevur kanska tann sterkasta hópin av øllum londunum til HM og tað vístu teir eisini við greitt at vinna 9-1 móti Føroyum.
Nú skuldi alt røkka ella støkka í 4. dystinum, sum var móti Írlandi. Tað byrjaði eisini væl, og Føroyar koma á odda 1-0. Men írarnir vístu síðan, at teir vóru eina tonn betur enn føroysku leikararnir og komu upp á 5-1. Eitt sindur av spenningi kom í aftur dystin, tá Allan við Rætt og Petur Thomsen fingu
minkað til 5-3. Men so koyrdu írarnir á aftur og vunnu fýra sett á rað. Høvdu føroysku leikararnir verið eitt lítið sindur neyvari í avgerðandi løtunum, so kundi spenningurin veruliga komið í dystin, men Írland vann 9-3.
Við tapinum móti Írlandi fór møguleikin at spæla seg víðari úr bólkinum. Men æran og eitt 3. pláss var framvegis eftir at spæla um í síðsta dystinum móti Liechtenstein. Og her lótu føroysku leikararnir ongan iva verða um, hvat var betra liðið. Føroyar vunnu 9-0 og fingu harvið 3.-plássið í bólkinum, sum eisini er besta úrslit higartil í liðkapping til eitt endaspæl.
Um hugt verður eftir samlaðu liðkappingini í dag, so endaðu Føroyar onkrastaðni millum nr. 17-24 av 46 londum og tað má verða góðtikið. Eisini tá mann hugsar um, at Føroyar eitt nú endaðu frammanfyri grannarnar úr Danmark, Norra og Íslandi.
Kvinnurnar vunnu eitt sett
Kvinnurnar skuldu royna seg í tvímansleiki. 72 pør vóru við, og talan var um cup-kapping, so pørini vórðu útsligin, so hvørt tey taptu.
Føroyar høvdu tvey pør við. Beinta Joensen og dóttirin, Jóna Miðalberg, møttu einum pari úr Týsklandi.
Onnur av týsku kvinnunum, Irina Armstrong er styrkismett nr 12 í heiminum og tað sást týðuliga, at honum gjørdi munin í týska parinum. Føroysku kvinnurnar fylgdu nøkunlunda við í onkrum settum, men Beinta og Jóna endaðu við at tapa dystin greitt 4-0.
Hitt føroyska parið, Annika Joensen og Kristbjørg V. Reinert hevði helst fingið tað betra lutakastið, við at møta einum rumenskum pari. Teirra dystur bleiv valdur út til at verða stroymdur beinleiðis á stóra pallinum í høllini. Hetta kundi kanska tykjast sum alt annað enn ein ynskistøða hjá tveimum HM-debutantum úr Føroyum. Men Annika og Kristbjørg løgdu seg hóast alt á odda 1-0. Næstu 3 settini vóru heldur trilvandi. Føroysku kvinnurvar fingu tó onkrar møguleikar at lukka, men tóku ikki av og sð var 3-1 til rumenska parið. Í 5. setti gekk serstakliga illa at lukka hjá báðum pørunum, men rumenia endaði við at vinna 4-1.
HM-kappingin heldur fram mikumorgun við einmansleiki hjá monnum og lið-dystum hjá kvinnum. Á youtube rásini hjá World Darts Federation verður hvønn dag stroymt frá kappingini og til ber eisini at fylgja við øllum dystum á tv.dartconnect.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald