Annað

HM: Líggjas og Ísak svumu kravtíðina

Líggjas Joensen og Isak D. Brisenfeldt vóru í hylinum í Singapore í nátt. Allir fýra føroyingarnir skulu svimja stafett tíðliga mikudagin.

Trýfaldi oyggjaleikagullvinnarin svam 800 metrar frí við úrslitinum 8:21.60  - Hetta er ruddiliga undir kravið til at verða á stigi 2 í Úrvalsskipan ÍSF, skrivar ssf.fo. Hetta var málið (Mynd: Honest Media/Svimjisamband Føroya)

Trýfaldi oyggjaleikagullvinnarin svam 800 metrar frí við úrslitinum 8:21.60 - Hetta er ruddiliga undir kravið til at verða á stigi 2 í Úrvalsskipan ÍSF, skrivar ssf.fo. Hetta var málið (Mynd: Honest Media/Svimjisamband Føroya)

2025-07-29 14:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit fara at royna at betra bestu tíðirnar. Eisini fara vit at royna eftir topp-32 plássum, hetta fyri at staðfesta stig 2 í úrvalsætlanini hjá ÍSF.

Soleiðis segði Rúni Gaardbo, venjari hjá føroyska HM-hópinum, við Portalin um vikuskifti.

Sí eisini: Fýra føroyskir svimjarar skulu royna seg í Singapore

Hetta var áðrenn føroyska luttøkan til HM í Singapore fór í gongd.

Nú øll fýra hava verið í hylinum einaferð er greitt, at í øllum førum Líggjas Joensen og Isak D. Brisenfeldt hava megnað kravtíðirnar, sum staðfesta stig 2 í úrvalsætlanini hjá ÍSF.

Svimjisamband Føroya skrivar, at Líggjas Joensen úr Ægir, sum tó hevur somið í Danmark seinasta árið, í nátt svam seg til úrslitið 8:21.60 og eitt 24. plásss av teimum 26 í 800 metrar frí.

- Hetta er ruddiliga undir kravið til at verða á stigi 2 í Úrvalsskipan ÍSF.

Tað var ikki bara trýfaldi Oyggjaleika-gullvinnarin, sum framdi hetta. Isak Brisenfeldt bardi seg eisini undir kravtíðini. Ella í roynd veru svam havnarmaðurin júst neyðugu tíðina:

- Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 2:04.17 og eina plasering sum nr 32 av 37 í 200 firvald, nú á HM 2025 í Singapore. Hetta er eksakta kravið til at verða á stigi 2, skrivar SSF.

[object Object](Mynd: Honest Media/Svimjisamband Føroya)

At koma á stig 2 í úrvalsskipanini gevur svimjarunum væl betri fyritreytir at betra seg.

Isak svimur aftur í nátt einstaklingakapping, eins og Bjarta í Lágabø. Allir fýra føroyingarnir í Singapore skulu kappast í stafett. Umframt Líggjas Joensen verður Lea Osberg Højsted eisini við har.

Kappingarskráin restina av HM:
Mikudagin 30. juli – Bjarta 50 rygg, Isak 200 blandað, liðið 4×100 blandað
Hósdagin 31. juli – eingin føroysk luttøka
Fríggjadagin 1. august – eingin føroysk luttøka
Leygardagin 2. august – Lea 50 bringu, Líggjas 1500 frí, liðið 4×100 frí

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder