Leygarkvøldið 16. mai spældu føroysku hondbóltsmenninir seg í fyrsta HM-endaspælið higartil við samanløgdum sjey-máls sigri á Bosnia-Hersegovina. Og so stungu spurningarnir seg upp: Hvørjir eru møguleikarnir, nær og hvar spæla Føroyar og so framvegis.
Vit høvdu hesar staðfestingarnar leygarkvøldið
HM-endaspælið 2027 verður spælt í Týsklandi. Seks býir eru valdir sum vertsbýirTeir eru: Köln, Hannover, Kiel, Stuttgart, München ella Magdeburg. Teir báðir fyrstu hýsa miðumfarsbólkum og/ella endadystum.
Harvið skulu Føroyar spæla teir tríggjar dystirnar í bólkaspælinum í Kiel, Stuttgart, München ella Magdeburg: Tað verður ein av hesum býnum, sum ein rúgva av føroyingum fara at leita sær til umleið 10. januar næsta ár. Bólkarnir byrjar 13., 14., ella 15. januar, og bólkaspælið endar 19. januar.
![]()
Styrkismettir næstovast
Tað er nakað síðani, at tað var greitt, at Føroyar fóru at vera í tí næstovasta av teimum fýra styrkisbólkunum (pottunum), um liðið megnaði at vinna á Bosnia.
Pottur 1: Danmark (HM-vinnari), Týskland (Vertur), Kroatia, Ísland, Portugal, Svøríki, Egyptaland og Argentina
Pottur 2: Frakland, Slovenia, Noreg, Serbia, Spania, Italia, Føroyar og Norðurmakedónia
Pottur 3: Grikkland, Pólland, Brasil, Bahrain, Tunesia, Grønhøvdaoyggjarnar (Kap Verde), Kili, USA
Pottur 4: Katar, Kuwait, Japan, Algeria, Angola, Uruguay, Wildcard, Wildcard *
IHF tillutar tveimum liðum, sum ikki hava vunnið sær atgongumerki, pláss
Sleppa Føroyar undan serliga Póllandi úr potti 3, umframt Katar ella einum sterkum "wildcardi", so sær ógvuliga gott út í mun til víðari luttøku. Trý lið koma víðari úr hvørjum bólki.
Lutakastið um bólkabýti, og um hvørjum býi liðini spæla í, verður mikudagin 10. juni í München.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald