HM. Meksiko, Brasil og Sveis vunnu sínar bólkar

Øll tryggjaðu sær góðar sigrar í gjárkvøldið og í nátt. Kekkia er úti, meðan Skotland og Suðurkorea skulu bíða nakrar dagar eftir lagnu sínari.

Neymar kom inn, og Vinicius skoraði tvær ferðir í Miami (Mynd: Michael Reaves/AFP/Ritzau Scanpix)

Neymar kom inn, og Vinicius skoraði tvær ferðir í Miami (Mynd: Michael Reaves/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-25 16:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triðja umfar í trimum teimum fyrstu HM-bólkunum vórðu spældir mikukvøldið og hósnáttina. 

Bólkur A:
1. Meksiko 9 stig *
2. Suðurafrika 4 stig *
-------------------------
3. Suðurkorea 3 stig (-1) **
------------------------
4. Kekkia 1 stig ***

Víðari
** Møguliga víðari sum ein teimum bestu trý'arunum
*** Úti

Hósnáttina 25. juni:
Kekkia - Meksiko 0-3 (0-0)
Suðurafrika - Suðurkorea 1-0 (1-0)

Meksiko hevði longu vunni bólkin áðrenn, og tað kom heldur einki mál í fyrra hálvleiki á Azteca. Men eftir steðgin skoraði heimaliðið tvær ferðir mót kekkunum, sum hava staðið seg illa í Norðuramerika. Kekkia var í bólki við Føroyum í undankappingini - liðini vunnu ein dyst hvør í innanhýsis uppgerðunum í fjør. 

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen leggur her upp til føroyska sigursmálið hjá Martini Agnarsson móti Kekkia á Tórsvølli í oktober í fjør: Eitt frálíkt føroyskt fótbóltskvøld (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
40-ára gamli Guillermo Ochoa slapp eisini á vøllin seinastu løtuna. Hann er ikki fyrsti málverji longur (Mynd: Carl De Souza/AFP/Ritzau Scanpix)

[object Object]Málverjin, sum hevur HM "kult-støðu", varð heiðraður eftir dystin. Ochoa er millum annað kendur fyri stóra avrikið í Brasil í 2014 og spældi í nátt mest sannlíkt sín seinasta HM-dyst (Mynd: Rodrigo Oropeza/AFP/Ritzau Scanpix)

Harvið er ein av vertstjóðunum víðari við trimum sigrum og uttan at lata mál inn. Og Meksiko sleppur at verða verandi í Meksiko City til 1/16-finalunum.

Suðurafrika kemur víðari við Meksiko. Hetta eftir 1-0 sigur á Suðurkorea - ein lítlan HM-skelk. Thapeo Maseko skoraði einasta máið í dystinum í 64. minutti, og  hetta merkir, at Suðurkorea noyðist at bíða til sunnumorgunin fyri at fáa sína lagnu at vita. Liðið er møguliga víðari sum ein av bestu átta trý'arunum. Til tað hevur Suðurkorea eina okay málúrttøku.

Bólkur B:

1. Sveis 7 stig *
2. Kanada 4 stig *
3. Bosnia - Hersegovina 4 stig *
-------------------------
4. Katar 1 stig ***

* Víðari
*** Úti

Sveis vann bólkafinaluna móti Kanada, og harvið sleppur norðasta vertstjóðin ikki at halda fram í Vancouver; heldur skal Sveis spæla 1/16-finalu í Vancouver.

Kanada heldur tó fram í kappingini, og tað ger Bosnia&Hersegovina eisini eftir 3-1 sigurin á Katar. Tað er greitt, at Balkan-landið verður ein av teimum bestu átta trý'arunum.

Í gjár, mikudagin 24. juni:
Kanada - Sveis 2-1 (0-0)
Bosnia&Hersegovina - Katar 3-1 (2-1)

Bólkur C:

1. Brasilia 7 stig *
2. Morokko 7 stig *
------------------------
3. Skotland 3 stig (-3)
------------------------
4. Haiti 0 stig ***

Víðari
** Møguliga víðari sum ein av bestu trý'arunum
*** Úti

Í dag, mikudagin 23. juni:
Skotland - Brasilia 0-3 (0-2)
Marokko - Haiti 4-2 (2-2)

Skotland noyðist eisini at bíða við at fáa sína lagnu at vita. Eftir 3-0 tapið fyri Brasil, sum var væl meira vandamikið í Miami, standa skotar við trimum stigum og minus trý í málúrttøku. Ikki beinleiðis ein dreymastøðu.

Við sigrinum vann Brasilia bólkin. Matheus Cunha skoraði sítt triðja mál í kappingini, men stóru søgurnar vóru, at Vinicius Junior sló til tvær ferðir, og at Neymar var aftur á vøllin. Tað gav miklan fagnað í Miami, at nummar 10 var aftur eftir skaða. Vinicius hevur nú skorað í øllum HM-dystunum og blandar seg millum teir fremstu.

[object Object]
Vónbrotnir skotar, men hjá Vinicius og hinum í eyðkenda gula búnanum er støðan ein onnur (Mynd: Chandan Khanna/AFP/Ritzau Scanpix)

Seks dystir eru á skránni í kvøld og í nátt, har millum annað lagnan hjá Svøríki verður greiðari.

Bólkur D:
1. USA 6 stig *
2. Avstralia 3 stig
-----------------------
3. Paraguay 3 stig 
4. Turkaland 0 stig **

*Víðari 
** ùti 

Fríggjanáttina 26. juni:
03.00: USA -  Turkaland
03.00: Avstralia - Paraguay

Bólkur E
1. Týskland 6 stig *
2. Fìlabeinsstrondin 3 stig
------------------------
3. Ecuador 1 stig 
4. Curacao 1 stig

* Víðari

Hóskvøldið 25. juni:
21.00: Týskland - Ekvador 
21.00: Curacao - Fìlabeinsstrondin 

Bólkur F:
1. Niðurlond 4 stig
2. Japan 4 stig 
----------------------
3. Svøríki 3 stig 
4. Tunisia 0 stig **

* Úti

Fríggjanáttina 26. juni: 
00.00: Japan - Svøríki
00.00: Tunesia -  Niðurlond

Dystirnir síggjast millum annað á rásunum hjá DR og TV2 - umframt á DRTV og TV2 Play. Summir eru eisini á KVF og øðrum norðurlendskum kringvarpum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder