Annað

HM: Svimjararnir endaðu væl í Singapore

Stafettin náddi málinum, og Lea Osberg Højsted svam eina av sínari bestu tíðum í 50 metrar bringu.

Føroyska liðið við venjara, Rúna Gaardbo, og liðleiðara, Barbaru Debes, við kappingarhylin í Singapore. Tey hava verið í landsynningspartin av Asia í tvær vikur (Mynd: Svimjisamband Føroya)

Føroyska liðið við venjara, Rúna Gaardbo, og liðleiðara, Barbaru Debes, við kappingarhylin í Singapore. Tey hava verið í landsynningspartin av Asia í tvær vikur (Mynd: Svimjisamband Føroya)

2025-08-03 12:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra føroyskir svimjarar fóru beinleiðis av Oyggjaleikunum á Orknoyggjunum til landsynningspartin av Asia.

Talan er um Bjartu í Lágabø, Leu Osberg Højsted, Líggjas Joensen og Isak Brisenfeldt, sum seinastu vikuna hava kappast í HM í Singapore.

Tey fyrireikaðu seg í eina viku á staðnum. Í hylinum hava Líggjas og Isak svomið seg undir kravið til stig 2 í úrvalsskipanini hjá ÍSF.

Hetta var í einstaklingakappingunum. Tað hevur eisini eydnast at koma í topp-32, sum úrvalskravið er, í báðum stafettunum (4x100 metrar frí og 4x100 metrar blandað). 

Tíðliga í gjár - leygarmorgunin - svumu Føroyar seg á 27. pláss í 4x frí mix við flottu tíðini 3:48.88.

[object Object]
Lea Osberg Højsted

Stutt áðrenn hevði Lea Højsted verið í hylinum og svomið 33.38 í 50 metrar bringu. Hetta er triðbesta tíðin hjá Leu, sum sjálv eigur føroyska metið á teininum: 33.11.

Leygardagin 2. august var seinasti kappingardagur hjá føroyingunum, sum eftir eitt langt summar, og ár, nú hava eitt sindur av frí.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder