
Føroyameistarin í talvi, Høgni Egilstoft Nielsen, vann nú um dagarnar stórmeistarabólkin í sterku donsku kappingini Copenhagen Chess Challenge.
Føroyingurin tók øll á bóli við frálíka úrslitinum. Høgni var styrkismettur nummar seks av teimum tíggju telvarunum í stórmeistarabólkinum. Kortini var hann mentur at fara ósigraður gjøgnum tey níggju umførini og vinna kappingina.
Høgni, sum á talvolympiaduni í Budapest í fjør, ognaði sær heitið sum altjóða talvmeistari, var hesaferð bara eitt stig frá sínum fyrsta stórmeistaranormi.
Við í kappingini vóru tríggir stórmeistarar og fimm altjóða meistarar. Tríggir hava verið danskir meistarar; Carsten Høi, Bjørn Møller Ochsner og Martin Haubro, og Johnny Hector hevur verið svenskur meistari, seinast í 2022.
Hetta er besta úrslit hjá 28 ára gamla Høgna Egilstoft Nielsen í einstaklingakapping. Styrkital hansara táttar nú í 2400. Høgni og bróðirin Rógvi telvaðu í vár í kapping í Spania, men gjørdu ikki hol í sjógvin ta ferðina.
Góða úrslitið í Danmark vekir ans, og styrkir illgrunan um, at Høgni hevur evnini til av álvara at røkka longur fram á leið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald