 
                
                        
Føroyar taptu í gjárkvøldið 30-29 í fyrsta Golden League-dystinum. Fyri tríggjar spælarar í føroyska hópinum var venjingardystinum móti Niðurlondum heilt serstakur.
Pauli Høj, Høgni Heinason og Pauli Rasmussen eru fyri fyrstu ferð við A-landsliðnum. Allir vóru á dómaraseðlanum í Trondheim, og allir komu á vøllin.
Pauli Høj, 23 ár - Bergsøy IL (NOR) - upprunaliga Neistin
Vinstri vongurin avloysti Leiv Mortensen ein part av 1. hálvleiki. Pauli Høj fekk ongan bólt á vonginum, men eftir eitt brent føroyskt skot í mótálopi, var Pauli kvikur , fangaði returbóltin.
Fyriuttan fyrsta landsliðsmálið, fekk kviki maðurin víst seg væl fram í verjuni í nøkrum støðum. Pauli Høj er sanniliga eisini við vegna sínar verjudygdir, og kann hann dekka bæði sum tvey'ari (á bakkinum) og fremst sum eitt'ari í 5-1. Í gjár dekkað hann á bakkinum; tvey brotskøst vórðu framd av honum, men nummar 21 vann eisini nakrar nærdystir og bakkaði væl upp
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/06/26/gallery-thumbnail/1687795728wtx74wiafa.jpg)
Pauli Høj er partur av gylta 2002-árganginum. Hann er uppvaksin í Neistanum, er nú farin til Noregs at royna seg, og roynir vongurin og góði verjuspælarin samstundis at bróta ígjøgnu á A-landsliðnum - her til U21 HM í 2023 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Høgni Heinason, 20 ár - H71
Kviki bakspælarin gjørdist ársins spælari í bestu deildini síðsta kappingarár, og átti sín leiklut í HM-bronsuni hjá U21 í summar. Høgni Heinason hevur eitt gott samstarv við Óla Mittún.
Teir báðir eru javngamlir og fingu føroyska spælið at flóta fínt í gjár, ta løtuna Høgni var inni. Talan varð tó ikki um mál ella upplegg. Hann spældi seinastu tíggju minuttirnar fyri steðgin ella so og avloysti Elias Ellefsen á Skipagøtu - ikki ein lítil uppgáva og fer Høgni Heinason helst skjótt at fáa meira á herðarnar.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/06/29/gallery-thumbnail/1751221886bmgyzbojpb.webp)
Høgni Heinason fegnast um HM-bronsuna hjá U21 í juni. Nú kann hann fegnast um at vera komin upp í part á A-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Pauli Rasmussen, 18 ár - StÍF
Beint eftir úttøkuna kallaði Peter Bredsdorff-Larsen hann "besta spælara í Føroyum í løtuni".
Pauli Rasmussen varð eisini kosin besti spælari fyrsta mánaðin í Burn-deildini. Hann er nú við A-landsliðnum í ógvuliga ungum aldri. Ágangandi høgri bakkurin var inni í nakrar minuttir í dag. Pauli endaði tó við at gera tveir álopsfeilir, og so kom Vilhelm Poulsen inn aftur - tann seinni álopsfeilurin sá tó ógvuliga tunnir út.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/08/06/gallery-thumbnail/1754507289ui43x9ko5j.webp) Pauli Rasmussen til U19 HM í august (Mynd: IHF/Kolektiff)
Pauli Rasmussen til U19 HM í august (Mynd: IHF/Kolektiff)
Føroyar spæla móti Noreg leygardagin. So er spuringurin, um teir tríggir nýggju sleppa framat aftur. Ymiskt bendir á, at Føroyar ikki fara at nýta sína føstu uppstilling nógv leygardagin.
19 spælarar eru við í Noreg, og 16 sleppa á dómaraseðlan hvørja ferð. Rói Berg Hansen, Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal sótu heilt uttanfyri í gjár. Tað er mest sannlíkt, at allir hesir tríggir royndu koma inn í dystarhópin til næsta dystin.
Av teimum, sum vóru við í gjár, var tað bert Rói Ellefsen á Skipagøtu, sum als ikki spældi. Aleksandar Sasha Lacok var bert inni til eitt brotskast móti endanum.
Les eisini: Óli Mittún og Pauli Jacobsen skaraðu framúr
1. umfar í Golden League í Tróndheimi
Í gjár, hósdagin 30. oktober:
Føroyar - Niðurlond 29-30 (12-14)
Skráin fyri restina av Golden League í Tróndheimi
Leygardagin 1. november:
kl. 13.00 Danmark – Niðurlond
kl. 15.45 Noreg – Føroyar
Sunnudagin 2. november:
kl. 13.00 Danmark – Føroyar
kl. 15.45 Noreg – Niðurlond
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald