
Seinastu árini hevur H71 spælt í European Cup, bæði hjá monnum og kvinnum. Í 2022 komu hoyvíkskvinnur allan vegin til fjórðingsfinalurnar, men har gjørdi krígsstøðan í Ukraina og órættvísi hjá EHF, at H71 tapti fyrra dystin á pappírinum (0-10).
Eisini í 2025/2026 verður farið eftir evropeiska ævintýrinum, og fríggjadagin og leygardagin verður altjóða hondbóltur aftur í Hoyvíkshøllini.
H71-kvinnurnar trektu niðurlendska Cabooter Fortes Venlo í 2. umfari av European Cup, og fekk samrátt seg til, at báðir dystirnir skulu spælast í Føroyum. Samanlagdi vinnarin fer víðari til 3. umfar.
Sambært Hondbóltssambandi Føroya er talan er um tvey lið, sum hava á leið somu royndir og úrslit at vísa á í evropeiskum hondbólti, so talan kann blíva um tveir javnbjóðis dystir.
European Cup er triðsterkasta evropeiska kappingin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald