Annað

HS Open verður í Gundadali um vikuskiftið

Hendan kappingin er fyrsti møguleikin hjá svimjarunum at klára kravtíðirnar til Betri Oyggjaleikir næsta summar.

2026-10-01 13:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Við Betri Oyggjaleikum á skránni summarið 2027 fær HS Open serligan týdning hjá teimum svimjarum, sum hava sett sær fyri at vinna sær pláss. Um vikuskiftið fáa teir fyrsta høvið at royna seg í kappingini um kravtíðirnar.

Stevnan verður svomin í nýggja hylinum, har umstøðurnar hjá áskoðarum eru sera góðar. Øll eru vælkomin at koma í høllina, fylgja við kappingunum og stuðla svimjarunum.

Kappast verður á stuttgeil, og skráin fevnir um frísvimjing, bringusvimjing, ryggsvimjing, firvaldasvimjing og blandaða svimjing hjá bæði kvinnum og monnum. Harumframt verða blandaðar liðsvimjingar í 4 × 100 metra frí og 4 × 50 metra frí.

Stevnan er býtt í tríggjar partar: Fríggjakvøldið 2. oktober kl. 19.30, leygarmorgunin 3. oktober kl. 09.30, og leygardagin 3. oktober kl. 16.30.

Lagt er sostatt upp til eitt spennandi svimjivikuskifti í Gundadali, har bæði persónlig met og kravtíðir til Betri Oyggjaleikir verða í eygsjón.

Havnar Svimjifelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder