Hondbóltur

HSF hevur fingið nýggja dystar- og úrslitasíðu

Í mun til útsjónd, so sýnir síðan eitt betri yvirlit, og er hon smidligari at brúka á telefon. Til ber eisini at leita aftureftir og eftir ymiskum yvirlitum.

Sambært Hondbóltssambandinum er meiningin, at síðan skal arbeiða betri saman við kappingar- og dystarskipanini, sum liggur aftanfyri síðuna - hetta í mun til innanhýsis arbeiði í HSF (Mynd: hsf.fo)

Sambært Hondbóltssambandinum er meiningin, at síðan skal arbeiða betri saman við kappingar- og dystarskipanini, sum liggur aftanfyri síðuna - hetta í mun til innanhýsis arbeiði í HSF (Mynd: hsf.fo)

2024-04-17 10:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arbeitt hevur verið við henni seinastu tíðina, og í gjár sjósetti Hondbóltssamband Føroya sína nýggju dystar- og úrslitasíðu.

Sambært Hondbóltssambandinum er meiningin, at síðan skal arbeiðia betri saman við kappingar- og dystarskipanini, sum liggur aftanfyri síðuna - hetta í mun til innanhýsis arbeiði í HSF. Í mun til útsjónd og telefonnýtslu er hon eisini betri.

- Í mun til útsjónd, so sýnir síðan eitt betri yvirlit og er smidligari at brúka á telefon. Eisini ber eisini til at fara aftur til undanfarin kappingarár. Í løtuni ber tó bert til at fara aftur til kappingarárið 2022/23, sum var árið tá HSF byrjaðu at brúka talgildar dómaraseðlar.

Heimasíðan hsf.fo skrivar, at á forsíðuni ber til at leita eftir dystum í hallum á sama hátt sum áður. Nú er tó eisini møguleiki fyri at leita øllum dystum hjá einum ávísum felagi í ávísum tíðarskeiði.

Síðan sæst undir “Kappingar” á hsf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder