Fótbóltur

Hvassara meistaraliðið vann stórt á Tórsvølli

KÍ hevði avgjørt sínar møguleikar, men tað gjørdist als ikki spenningur um útfallið: 0-5, Poznan í play-off í Europa League, meðan seinasti deildarspælsmøguleiki hjá KÍ verður móti Riga FC.

KÍ skoraði ikki uppá sínar møguleikar, vardi ov illa í egnum brotsteigi og so gjørdist tað ljótt (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ skoraði ikki uppá sínar møguleikar, vardi ov illa í egnum brotsteigi og so gjørdist tað ljótt (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-14 21:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir fimm minuttir spældi KÍ væl: Ali, Frederiksberg og Danielsen, og so stútaði Hallur Hansson á stongina.

[object Object]
Tað kundi verið javnleikur samanlagt nærum beinanvegin, og so hevði tað helst kókað millum KÍ-fjepparar á Tòrsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta var stóri møguleikin hjá KÍ at veruliga fáa spenning. Men ístaðin kostaðu passivt verjuspæl umframt óhvassar løtur á bóltinum og í brotsteignum hjá Lech Poznan dýrt. Og endastøðan var ljót: 

0-5, sum er størsta evropeiska tapið hjá KÍ í evropeiskari kapping í níggju ár (AIK 2017) og tann størsta á heimavølli.

Pólska meistaraliðið hevur sjálvandi nógvar dygdir, sum eisini komu til sjóndar. Lech Poznan var greitt betri og hvassari á Tórsvølli. Eftir málini í 20. minutti og beint eftir steðgin gjørdist ikki spenningur um samlaða úrslitið.

Men tapið var óneyðuga stórt og ikki ein røtt mynd fyri allan dystin. Tað kostaði, at KÍ als ikki vísti útliðnum nóg væl aftur í sambandi við so at siga øll málini, fall í stigi í løtum, og serliga var vinstra verjusíða ein trupulleiki - eisini í spælinum við bóltinum.

Seinastu løtuna satsaði liðið hjá Magnusi Powell, og í 2. hálvleiki kom KÍ til fleiri støður og møguleikar. Serliga burdi Páll Klettskarð skorað stutt eftir steðgin, tá Oussama Ali vann bóltin frá pólska málverjan. Men serliga Árni Frederiksberg skapti eisini fleiri støður.

Sum heild vóru teir hjá KÍ bara ov óhvassir, og í summum førum, óhepnir frammanfyri málinum, og so gjørdist tað ljótt.

Poznan fekk trý mál seinasta korterið, har 0-3 málið var ein rein gáva, og tvey tey seinastu komu allarseinastu løtuna. Tá hekk illa saman hjá KÍ, hóast summir veruliga royndi, men tá var eisini farið, og alt var eitt sindur "leyst".

[object Object]

[object Object]

Samanlagt 6-0 og KÍ fer við boygdum høvdi í Conference League røkkstøkk-umfarið (play-off). Har er seinasti møguleikin at røkka evropeiskum deildarspæli.

Hendan uppgávan verður móti Riga FC. Á pappírinum er meistaraliðið úr Lettlandi á nakað lægri stigi enn tað úr Póllandi, sum revsaði KÍ væl í kvøld. Men Riga hevur júst sent Györ, sum er ungarskur meistari, út.

Harvið eisini ein veruligur biti hjá KÍ, sum skal skapa eitt gott útgangsstøði við heimadystinum í Klaksvík hóskvøldið 20. august. Eftir øllum at døma verður ein dystur á Argjum mitt ímillum: Mánakvøldið 17. august.

Europa League League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 13. august á Tórsvølli
KÍ - Lech Poznan 0-5 (0-1) - 0-6 samanlagt

Meira um dystin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder