Fótbóltur

ÍF Føroyar sett fýra nýggjar venjarar

Tórður Hentze, sum seinastu árini hevur vant kvinnuliðið, tekur nú yvir hjá besta mansliðnum.

Tórður Hentze, saman við forkvinnuni Sunnevu Tausen Magnussen - Mynd: ÍF Føroyar

Tórður Hentze, saman við forkvinnuni Sunnevu Tausen Magnussen - Mynd: ÍF Føroyar

2019-08-14 12:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍF Føroyar boðaði í gjárkvøldið frá, at nýggir venjarar eru settir til øll lið felagsins, sum spæla á heilum vølli. 

Síðani tað gjørdist greitt, at hvørki Niels Strøm Rødgaard ella Ragnar Poulsen hildu fram sum venjarar hjá ávíkavist 1. og 2. mansliðnum hjá ÍF Føroyum, hevur felagið leitað eftir einum nýggjum venjaratoymi.

Nú er greitt, at Tórður Hentze, sum í fýra ár hevur staðið á odda hjá kvinnuliðnum hjá ÍF Føroyum, tekur við sum 1. liðsvenjari hjá monnum. Besta mansliðið hjá ÍF Føroyar flutti undan summarsteðgin niður í Serie 1. Hetta var eftir tvey ár í Københavnerserien. Serie 1 er deildin, har besta mansliðið oftast hevur leikt. Á liðnum í vár vóru leikarar sum Finnur Justinussen, Bogi Løkin, Rógvi Joensen, Rasmus Dan Sørensen, Jóhan Jacobsen og Beinir Ellefsen.

Fróði Ludvig verður 2. liðsvenjari. Hóast Fróði er eitt nýtt andlit í ÍF Føroyum, er hetta ikki fyrstu ferð, at Fróði er venjari hjá einum útisetafelagi. Fróði hevur áður verið venjari hjá FF Klettum, ið er útisetafelagið í Århus. Eins og Tórður, er Fróði havnarmaður. Næstbesta liðið spælir í Serie 3.

Hjá kvinnunum verður tað parið Heðin Lisberg Olsen og Jónfríð Hansen, ið kemur at vera venjarapar. Tey koma at taka við eftir Tórð. Heðin, sum er úr Leirvík, og Jónfríð, sum er úr Fuglafirði, kenna felagið væl. Tey hava havt nógvar leiklutir í felagnum; sum leikarar, nevndarlimir og kassameistari. Kvinnuliðið spælir í Serie 1.

ÍF Føroyar hevur leingi havt eitt 3. lið, men soleiðis verður ikki eftir summarsteðgin. Útisetafelagið á Amager hevur eisini eitt old boys lið, ið spælir sjey-mans fótbólt.

ÍF Føroyar kunngjørdi eisini í gjár, at útisetafelagið hevur longt samstarvsavtaluna við Bank Nordik fyri trý tey komandi árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder