Annað

ÍF Føroyar Sjællandsmeistarar í estetiskum fimleiki

Ungu kvinnurnar, sum í løtuni eru í Keypmannahavn í lestrarørindum, hava verið nógv virknar innan fimleikin í Føroyum.

Maria Jacobsen, Helena Guttesen, Miriam J. Johansen, Barba á Brúnni , Sunnvá Weihe Johannesen og Bára Justinusen.
Niðanfyri: Tóra Norðá, Sandra Hansen, Fía Smith og Rósa á Lógv (Mynd: fimleikur.fo)

Maria Jacobsen, Helena Guttesen, Miriam J. Johansen, Barba á Brúnni , Sunnvá Weihe Johannesen og Bára Justinusen. Niðanfyri: Tóra Norðá, Sandra Hansen, Fía Smith og Rósa á Lógv (Mynd: fimleikur.fo)

2026-03-11 17:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er ikki bara í fótbólti ella hondbólti, at ÍF Føroyar nú ger um seg. Fimleikur er eisini blivið partur av felagnum, og um vikuskifti eydnaðist tað ÍF Føroyum at vinna Sjællandsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki.

Hetta staðfestir Føroya Fimleikasamband á heimasíðu sínari. 

Kappingin var í Køge, og tá avtornaði fekk ÍF Føroyar 15,95 stig – eitt stig frammanfyri nummar 2. Føroysku fimleikararnir vóru harvið bestar á Sælandi.

Royndir íðkarar úr Føroyum - øll estitisku feløgini umboðaði

Sambært fimleikur.fo er undirtøkan fyri fimleikinum í ÍF Føroyum er góð. 35 fimleikarar eru virknir í felagnum, og tvær ferðir um vikuna møta eini 15-20 kvinnur til venjing í einari fimleikarhøll á Oyrasundi á Amager.

Hetta eru nakað færri venjingar, enn kvinnurnar eru vanar við úr Føroyum, tá tær vóru virknar her: Talan er um íðkarar, ið hava gjørt vart við seg í føroyskum fimleiki, men sum í løtuni eru í danska høvuðsstaðnum í lestrarørindum.

Í ÍF Føroyum eru øll tey estetisku fimleikafeløgini í Føroyum umboðað, og til kappingina um vikuskiftið var liðið mannað við: Miriam J. Johansen, Sandru Hansen, Sunnvá Weihe Johannesen og Rósu á Lógv úr Støkk, Fíu Smith og Barbu á Brúnni úr Havnar Fimnleikafelag, og Helenu Guttesen úr Ljósinum.

Venjarar hjá gullliðnum vóru Maria Jacobsen úr Ljósinum, Debora Mikkelsen, ið hevur verið virkin bæði í Støkk og í Flog, Tóra Norðá úr Klaksvíkar Fimleikafelag, og Bára Justinussen úr Havnar Fimleikafelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder