Fótbóltur

Infantino heldur fram sum FIFA-forseti

Eingin stillaði upp móti sveisaranum, sum í røðu sínari fegnast um gongdina hjá felagsskapinum og rósti VAR.

Gianni Infantino segði í dag, at hann fegnast um at hava fingið broytt FIFA

Gianni Infantino segði í dag, at hann fegnast um at hava fingið broytt FIFA

2019-06-05 17:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á einum valdegi sum í dag verður meira drama og spenningur í Danmark og allarhelst eisini í Føroyum, enn tað var í París fyrr í dag, har FIFA hevði ráðstevnu. Har gjørdist tað greitt, at Gianni Infantino heldur fram sum forseti í altjóða fótbóltssamgonguni. Hetta var tó í roynd og veru greitt áðrenn, tí eingin stillaði upp ímóti Infantino, sum er sveisari við italienskum røtum. Tey 211 limalondini, har ímillum Føroyar, noyddust tí ikki at atkvøða, men kundu við nøkrum lógvabrestum góðkenna Infantino, tá hann fór upp á pall at halda sína røðu.

Har segði Infantino millum annað, at menningin í fótbóltssamgonguni seinastu trý árini hevur verið sera góð. Tá hann kom til, var FIFA sambært Infantino ein eitraður felagskapur, ið nærum var kriminellur. Nú hevur FIFA "nulltoleransu" yvirfyri mutrið og rotinskapi, og tað er umráðandi við millum øðrum fíggjarligum gjøgnumskygni, segði Infantino.

49-ára gamli maðurin segði eisini, at VAR (vidodøming) hevur verið kollveltandi, at tað er vorðin ein integreraður partur av fótbólti uppá stutta tíð, og at talan er um størstu sólskinsøguna hjá FIFA seinastu tíggju árini. Infantino vísti á, at hetta broytir ikki spælið, men hjálpir tí og at tað ger tað meira rættvíst. Her tók forsetin VM í Russlandi sum dømi. Infantino hevur roynt at útvíðka júst HM til 48 lið til longu næstu ferð, og ynksti at tað skuldi atkvøðast um tað í dag, men vertstjóðin Katar var ímóti hesum, og tað varð droppa fyri stuttari tíð síðani.   

Gianni Infantino varð valdur sum forseti í 2016, og hetta var óvæntað. Hann skal nú standa á odda fyri FIFA til 2023. Stór felagskapurin hevði eina umsetning uppá 6,4 milliardir dollarar frá 2015 til 2018.

Kelda: DR

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder