Tað hevur verið eitt tungt ár hjá besta kvinnuliðnum hjá Stjarnuni í fremstu íslendsku kvinnudeildini.
Liðið hevur ligið aftast størsta partin av árinum, men á málstrikuni bjargaði liðið sær frá beinleiðis niðurflyting. Hetta var, tá seinasta umfar í grundspælinum var á skránni um vikuskiftið.
Føroysku spælararnir hjá Stjarnuni hava alt árið staðið seg væl. Serliga hevur Natasja Hammer verið lyklaspælari, og álopsessið gjørdist eisini toppskjútti móti sínum gamla felagið, Haukum.
![]()
Natasja Hammer til landsliðsvenjing við Ásvellir í 2023. Har hevði bakspælarin áður heimavøll - í gjár gjørdi nummar níggju hjá Stjarnuni toppskjútti við níggju málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Haukar endaðu annars á 3. plássi í grundspælinum og var á odda 17-11 í steðginum í gjár.
Tá sá svart út hjá Stjarnuni, men við einum flottum 2. hálvleiki megnaði føroyingafelagið at vinna seg innaftur - og at syrgja fyri at liðið ikki fer niður í næsbestu deildina í fyrstu syftu.
Tað var Inga Maria Roysdóttir, sum tók av møguleikanum og fór ígjøgnum av høgra bakki, tá fimm sekund vóru eftir. Fjórða málið hjá unga føroyska láma spælaranum.
Gott mál men tvey sekund seinni lá bólturin í netini hjá Stjarnuni., sum hevði spælt 7 móti 6 Tíbetur taldi málið ikki: Venjarin hjá Haukum hevði verið ov kvikur at tikið leikbrá, og so fór tíðin.
Til ber at síggja dramatisku løtuna, tá Inga Maria Roysdóttir (nummar 11) fór ígjøgnum og skoraði - og tá Haukar síðani tók leikbrá - ovast ella á Youtube
Harvið 26-26 og Stjarnan sníkir seg uppá sjey stig - og eitt stig frammum Selfoss. Annars hevði Selfoss enda næstniðast, tí liðið var betri innanhýsis.
Tað er tó ikki púra sloppið hjá Ingu Mariu Roysdóttir, Natasju Hammer og hinum. Næsta vikuskifti byrja play-off dystir, har Stjarnan skal syrgja fyri ikki at flyta niður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald