Fótbóltur

Inter er italskur steypavinnari

Ivan Perisic avgjørdi Coppa Italia við tveimum málum í longdu leiktíðini móti Juventus, ið einki stórt steyp fær hetta árið. Liðið úr Milano hevur framvegis møguleika at vinna Serie A eisini.

Ivan Perisic avgjørdi í gjár finaluna í italsku steypakappingina (Savnsmynd - EPA)

Ivan Perisic avgjørdi í gjár finaluna í italsku steypakappingina (Savnsmynd - EPA)

2022-05-12 15:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør "tók Inter" meistaraheitið frá Juventus, sum frammanundan hevði vunnið Serie A níggju ár á rað, og í gjárkvøldið syrgdi liðið úr Milano fyri, at mest vinnandi felagið í italskum fótbólti ikki fær nakað steyp hetta kappingarárið.

Stórfeløgini hittust í Rom í gjár og spældi eina ógvuliga undirhaldandi finalu. Longu eftir seks minuttir legði Nicolo Barella Inter á odda, og hendan leiðslan helt sær til hálvleiks. Juventus, ið vann Coppa Italia í fjør, legði bragdliga út eftir steðgin, og tá 52 minuttir vóru leiktir, var 2-1 til Juventus; Alex Sandro og Dusan Vlahovic skoraðu málini.

Tá tíggju minuttir restaðu í, fekk Inter brotsspark. Hetta umsetti turkiski miðvallarin Hakan Calhanoglu til mál, og tá 90 minuttir vóru leiktir, stóð 2-2 á máltalvuni.

Harvið varð neyðugt við longdari leiktíð, og har avgjørdi liðið hjá Simone Inzaghi dystin í fyrra hálvleiki. 3-2 málið kom eisini við brotssparki, men tá var Calhanoglu skiftur út, og tað var royndi kroatin, Ivan Perisic, ið skoraði úr ellivu metrum. Tríggjar minuttir seinni økti Perisic, og áleið hálvan tíma seinni varð steypið handað Inter. 

Hetta var áttandu ferð, at Inter vann Coppa Italia. Nú tvey umfør eru eftir í Serie A, er Inter Milan tvey stig aftanfyri grannarnar AC Milan og hevur harvið møguleika at vinna greipuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder