placeholder
Annað

IOC-forseti: Íðkarar úr Russlandi skulu sleppa at luttaka í altjóða kappingum

Hetta eigur tó ikki at vera galdandi fyri íðkarar og stuðulsfólk, um tey stuðla krígnum í Ukraina, sigur hann.

Thomas Bach, IOC-forseti (Mynd: EPA)

Thomas Bach, IOC-forseti (Mynd: EPA)

2023-03-29 13:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) mælir til, at russiskir og hvítarussiskir íðkarar sleppa at luttaka í altjóða kappingum, um teir luttaka sum einstaklingar undir neutralum flaggi.

Hetta eigur tó ikki at vera galdandi fyri íðkarar og stuðulsfólk, sum stuðla krígnum í Ukraina, sigur Thomas Bach, forseti í IOC sambært DR.

Íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi hava verið útihýstir úr fleiri altjóða kappingum, og enn er støða ikki tikin til, hvørt teir skulu sleppa at luttaka í OL, sum verður í París um hálvtannað ár.

Men Thomas Bach vísir á, at í greinum sum tennis og súkkling, hevur mann sæð einstaklingar úr Russlandi luttaka, og tað hevur riggað.

Í februar samdust 35 lond um, at íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi ikki eiga at sleppa at luttaka í OL í París og í øðrum altjóða kappingum, men sambært IOC-forsetanum skulu stjórnir ikki avgera, hvør kann luttaka í OL.

Ukrainski ráðharrin í ítróttamálum, Vadym Gutzeit hevur áður sagt, at tað ikki kann útilokast, at Ukraina fer at boykotta OL, um íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi sleppa at luttaka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder