Annað

IOC: Kortanei til føroyskan og grønlendskan limaskap

Bert sjálvstøðugir statir kunnu verða viðurkendir, og olympiska nevndin fer ikki at broyta støðu hóast áheitan úr Danmark. Vit hoyra meira um málið í tíðindunum á FM1 klokkan 12, tá Uni Holm Johannesen vitjar.

Sverri Sandberg Nielsen er úrmælingur innan rógving. Miðvingurin kappaðist í OL í 2021 og í 2024 - undir donskum flaggi tí hitt ikki var ein møguleiki (Mynd: Rógvi Langgaard)

Sverri Sandberg Nielsen er úrmælingur innan rógving. Miðvingurin kappaðist í OL í 2021 og í 2024 - undir donskum flaggi tí hitt ikki var ein møguleiki (Mynd: Rógvi Langgaard)

2026-07-02 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyskir íðkarar kunnu ikki vænta at sleppa at kappast undir egnum flaggi, hóast tey eru nóg dugnalig at vera til olympisku leikirnar.

Hetta er sum so ikki nakað nýtt, men nú hevur olympiska nevndin (IOC) aftur staðfest tað. 

Tað kemur í kjalarvørinum av einari formligari umbøn frá formansskapinum í Fólkatinginum, sum varð send fyri tveimum vikum síðani.

Tað var stóra amerikanska tíðindastovan Associated Press (AP), sum bar tíðindini seint mikukvøldið okkara tíð.

- Støðan hevur verið gjørd greið, og samskifti hevur verið ógvuliga greitt, fleiri ferðir seinastu árini, skrivar IOC í svarinum 

AP skrivar, at IOC í 30 ár hevur havt greiðu støðuna, at eitt land ikki kann hava eitt lið til OL, ella ein íðkara undir flagginum, uttan so at talan er um "eitt sjálvstøðugt land sum er viðurkent í alheims samfelagnum".

Tað eru Føroyar ikki, og harvið røkist einki fyri, at til dømis eitt føroyskt hondbóltslandslið, ein føroyskur rennari ella svimjari kann vera við í OL, hóast úrslitini eru so mikið góð.

Arbeiði at gera nakað við hetta er farið í gongd í Føroyum. Og  Í Danmark hevur man varnast, at hetta talan kann verða ein trupulleiki - og kann skapa øsing. Men alt bendir á, at broytingar í viðurskiftunum landanna millum er neyðug, fyri at Føroyar fáa IOC-limaskap.

Hetta hava allir politisku flokkarnir á ymiskan hátt staðfest sum eitt neyðug stig, og tað var millum annað eitt umráðandi punkt í sonevndu tjóðarsemjuni. Einki røkist í løtuni fyri, at hendan verður til nakað.

Klokkan 12 vitjar Uni Holm Johannesen FM1-rásarúmið, har IOC-samskiparin hjá Ítróttarsambandi Føroya fer at seta orð á støðuna

Sí eisini: ÍSF fer eftir limaskapi í Altjóða Olympisku Nevndini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder