Annað

Isak Brisenfeldt DM gull og nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldi

Talan var um eitt flott føroyskt met, sum ungi maðurin úr Havnar Svimjifelag setti í Herning hósdagin. Hetta við tíðini 2.02.28 og betraði hann harvið metið frá í fjør við 1,57 sekundum.

Evnaríki føroyingurin gjørdi bart á fyrsta DM-kappingardegi sínum. Hann skal eisini svimja í dag, leygardagin og sunnudagin (Mynd: Sabina Poulsen/Svimjisamband Føroya)

Evnaríki føroyingurin gjørdi bart á fyrsta DM-kappingardegi sínum. Hann skal eisini svimja í dag, leygardagin og sunnudagin (Mynd: Sabina Poulsen/Svimjisamband Føroya)

2026-07-10 10:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Isak Brisenfeldt er í hesum døgum til DM í Herning. Og á fyrsta kappingardegi hansara í gjár, hósdagin, gjørdi havnarmaðurin bart.

Isak gjørdist danskur meistar á teininum 200 firvald.

Umframt DM-gullið, svam hann seg til nýtt føroyskt met við tíðini 2.02.28.

Sum Svimjisamband Føroya og svimjing.com skriva, er talan um eina flotta og stóra betran av metinum, sum hann sjálvur setti til Danish Open 2025 (2.03.85)

Isak Brisenfeldt betraði sostatt metið við heili 1.57 sekundum.

Evnaríki føroyingurin skal eisini svimja í dag, leygardagin og sunnudagin. Serliga í kappingum í frí - væntast kann, at Isak eisini skal svimja í liðkappinum fyri Ålborg Svømmeklub.

Vónir eru um fleiri A og B finalupláss, staðfestir Svimjisamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder