Annað

Isak Brisenfeldt tók 13-ára gamalt met hjá Pál Joensen

Ungi havnarmaðurin svam 200 metrar blandað við tíðini 2:01.23 á FM-stevnuni á stuttgeil. Lea Osberg Højsted setti tvey føroysk met í Klaksvík, og er fyrsta føroyska kvinna undir 1:09 í 100 bringu.

Fríggjakvøldið svam Isak Brisenfeldt seg til føroyskt met í 200 blandað. Hetta við tíðini 2:01.23 (Mynd: Havnar Svimjifelag)

Fríggjakvøldið svam Isak Brisenfeldt seg til føroyskt met í 200 blandað. Hetta við tíðini 2:01.23 (Mynd: Havnar Svimjifelag)

2025-11-09 20:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Árliga FøroyaMeistarastevnan og JuniorMeistarastevnan á stuttgeil hevur verið um vikuskift - fyri fyrstu ferð í mong ár í Klaksvík.

56 svmjarar hava kappast, og nøkur føroysk met eru sett. Hetta skrivar svimjing.com.

Fríggjakvøldið svam Isak Brisenfeldt seg til føroyskt met í 200 blandað. Hetta við tíðini 2:01.23. 

Tað er nakað betri enn metið, sum Pál Joensen setti i 2012 - stutt áðrenn OL. Hetta var á 2:01.97. Besta tíðin hjá Isaki frammanundan hesum var 2:02.08 frá Oyggjaleikunum á Orkney í summar.

Lea setti met tvær ferðir

Lea Osberg Højsted svimur til dagliga í Klaksvík, og 17-ára gamli svimjarin hevði eitt gott vikuskifti.

Fríggjakvøldið betraði Lea O. Højstedi um sítt føroyska met og juniormet í 50 bringu.

Dagin eftir gekst eisini ógvuliga væl: Hon setti við tíðini 1.08.89 føroyskt met og juniormet í 100 bringu og er harvið fyrsta føroyska kvinna undir 1:09 í 100 bringu.

[object Object]
Lea Osberg Højsted, her til HM fyrr í ár, ger hol í sjógvin (Mynd: SSF)

Øll úrslitini frá FM og JM á stuttgeil síggjast her

Kelda: svimjing.com


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder