Fótbóltur

NSÍ endar mest sannlíkt við norsku loysnini á venjarabonkinum

Sum skilst kemur Ole Kevin Knappen til Føroya í morgin at kanna umstøðurnar. Fyrrverandi venjarin hjá HamKam, Hødd og Bryne var eisini settur í sambandi við B36.

Einki er undirskrivað enn, men Ole Kevin Knappen kann skjótt verða nýggi venjarin hjá føroyameistarunum (Mynd: HamKam)

Einki er undirskrivað enn, men Ole Kevin Knappen kann skjótt verða nýggi venjarin hjá føroyameistarunum (Mynd: HamKam)

2026-11-20 13:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dimma skrivaði hóskvøldið, at NSÍ skjótt fer at seta venjara, og at tveir útlendingar eru uppá tal.

Annar navnframi danin David Nielsen og hin 49-ára gamli norðmaðurin Ole Kevin Knappen.

Sum Portalurin skilur, hevur NSÍ tosað við David Nielsen, men har spurdist eingin sáttmáli burturúr.

Heldur bendir meira og meira á, at  verður fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá HamKam, Hødd og Bryne nýggi maðurin við róðrið í Runavík.

Sambært okkara upplýsingum frá fleiri keldum, kemur Knappen til landið leygardagin. Norðmaðurin skal hyggja eftir umstøðunum við Løkin. So er spurningurin, um sáttmáli spyrst burturúr.

Fyrr í heyst var Ole Kein Knappen uppá tal sum nýggjur B36-venjari. Har varð eitt ein týskari settur í síðstu viku.

Sí eisini: B36 hevur sett Andreas Patz sum nýggjan høvuðsvenjara

Norðmaðurin er í løtuni í starvi sum menningarvenjari í HamKam, har hann áður hevur verið høvuðsvenjari í nøkur ár. Í Hødd hevði Knappen Jann Benjaminsen, sum í løtuni er í samráðingum við NSÍ, sum ein av sínum spælarum. Noah Mneney (HB) spældi undir Knappen í Bryne.

Sambært Dimmalætting verður Jákup Mikkelsen, sum hevur verið hjálpar- og málmansvenjari í EB/Streymi, nýggjur málmansvenjari hjá NSÍ. Hetta hevur Portalurin fingið váttað.

Eisini liggur í kortunum, at Pól Thorsteinsson heldur fram sum hjálparvenjari.

Sigurður "Siggi" Ragnar Eyjólfsson er farin aftur til Íslands eftir besta árið hjá besta mansliðnum í Runavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder