Fótbóltur

Knappen kom til Føroya í dag - og skrivaði undir við føroyameistararnar

Sum Portalurin skrivaði fyrr í dag, verður Kevin Knappen nýggjur venjari hjá NSÍ. Norðmaðurin varð kunngjørdur í kvøld, har tað eisini gjørdist greitt, at Jákup Mikkelsen legst afturat, umframt at Klæmint Andrasson Olsen og Kristian Joensen longdu sáttmálarnar við barndómsfelagið.

Kevin Knappen saman við formanninum Karsteni Joensen og lokalum spælarum, sum hava longt, við Løkin (Mynd: NSÍ Runavík)

Kevin Knappen saman við formanninum Karsteni Joensen og lokalum spælarum, sum hava longt, við Løkin (Mynd: NSÍ Runavík)

2026-11-20 19:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vit skrivaðu um fyrr í dag, var samskifti millum NSÍ og Ole Kevin Knappen - vanliga nevndur bara Kevin Knappen.

Sí eisini: NSÍ endar mest sannlíkt við norsku loysnini á venjarabonkinum

Sambært upplýsingum hjá Portalinum skuldi norðmaðurin koma í morgin, leygardagin, men Knappen var knappur og var longu við Løkin í dag.

Har skrivaðu 49-ára gamli norðmaðurin undir tvey-ára sáttmála. Harvið skal Kevin Knappen stjórna føroyameistarunum næsta ár og eftir ætlan eisini standa á odda í Runavík í 2028.

Um nýggja venjaran skrivar NSÍ, at Kevin Knappen er ein royndur og vælútbúgvin venjari við UEFA Pro Licence og drúgvum royndum úr norskum fótbólti. Hann hevur áður staðið á odda fyri HamKam, Hødd og Bryne FK og millum annað verið venjari hjá Jann Benjaminsen (Hødd) og Noah Mneney (Bryne)

- Knappen hevur fleiri ferðir prógvað síni evni at byggja upp sterk lið og skapa góð úrslit. Hann hevur millum annað staðið á odda fyri HamKam, tá ið felagið flutti upp í OBOS-ligaen í 2017, og fyri Hødd, sum vann sína deild í 2021.Serliga merkisvert er arbeiðið hjá honum í Bryne FK, har hann í 2024 førdi felagið upp í bestu norsku deildina, Eliteserien, fyri fyrstu ferð í 21 ár. Fyri hetta avrik varð hann eisini kosin ársins venjari í OBOS-ligaen í 2024.

Nú skal NSÍ royna at byggja á flottu gongdina - FM og víðari luttøku í Conference League - har Sigurdur Ragnar Eyðjólfsson var venjari. Íslendingurin er farin heim, og ein norðmaður sum vil spæla álopskendan fótbólt vð høgum trýsti hevur skrivað undir. Sambært NSÍ leggur Kevin Knappen, sum kemur úr starvi sum menningarvenjari í HamKam, stóran dent á arbeiðssemi, felagsskap og eina greiða taktiska ætlan.

[object Object]

Jákup, Kristian og Klæmint

Sum Dimma og Portalurin hava skrivað um, verður navnframi Jákup Mikkelsen nýggjur hjálparvenjari við Løkin. Hetta hevur klaksvíkingurin verið í EB/Streymi seinastu tvey árini, har hann eisini hevur vikað sum ein av hjálparvenjarunum hjá Sigfríði Clementsen.

Sambært bolt.fo, varð Jákup Mikkelsen kunngjørdur saman við Kevin Knappen á stuðulstiltaki - og tað vóru tveir royndir NSÍ'arar eisini.

Lokali málverjin Kristian Joensen hevur longt sáttmálan við barndómsfelagnum, og tað hevur rituvíkingurin við málmetinum, Klæmint Andrasson Olsen eisini.

[object Object]
Sum Klæmint Andrasson Olsen segði við FM1 2. november: Hann ynskti at taka eitt ár afturat (Mynd: Sverri Egholm)

Hoyr eisini: Gullradio - beinleiðis við Løkin - FM1

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder