Hondbóltur

Ísak fer til HØJ hóast niðurflyting

Strikuspælarin á hondbóltslandsliðnum sær stórar møguleikar í at spæla við HØJ Elite, hóast tað ikki verður bestu donsku deildini hetta fyrsta árið.

Føroyar í dysti fyri U21 landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyar í dysti fyri U21 landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-03 16:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í danska hondbóltsfelagnum HØJ Elite fegnast tey um, at føroyski landsliðsleikarin Ísak Vedelsbøl flytir til felagið í summar.

Ikki tí, tað varð longu í januar mánaði, at vit kundu fortelja tíðindini um, at Ísak skiftir svenska IK Sävehof út við danska HØJ Elite.

Men tá skrivaðu vit, at Ísak skjótt fór at spæla í bestu donsku deildini. Hetta er ikki tilfellið longur. HØJ er nevniliga flutt niður í næstbestu deildina í donskum hondbólti.

Men framsókna felagið hevur framvegis ætlanir um at gera seg galdandi í oddinum í donskum hondbólti, og til tess er langlimaði føroyski strikuspælarin ein partur av ætlanini.

Sum skilst hevði Ísak Vedelsbøl møguleika at uppsiga avtaluna, um HØJ ikki varðveitti plássið í donsku deildini.

Men í dag ber heimasíðan hjá HØJ tíðindini um, at felagið hevur tryggjað sær leikaran í tey komandi trý kappingarárini.

“21-ára gamli føroyski A-landsliðsleikarin hevur váttað sítt skifti til HØJ Elite, og kemur, eins og vit fyrr hava boðað frá, seinni í summar”, skrivar felagið í dag.

Fyrrverandi danska landsliðsstjørnan, Hans Lindberg, sum er nú ítróttastjóri í felagnum, sær fram til at fáa Ísak við í leikarahópin.

- Ísak er ein ungur, kropsliga sterkur og ágrýtin spælari, bæði í álopi og verju, sum longu hevur prógvað seg á altjóða støði, millum annað vil luttøku í tveimum EM-endaspælum fyri Føroyar. Við sínum einans 21 árum síggja vit stórar menningarmøguleikar í Ísaki, og vit eru sannførd um, at hann kann styrkja okkum bæði nú og samstundis menna seg víðari saman við okkum. Vit gleða okkum til at fáa hann í felagið, sigur Hans Lindberg við heimasíðuna hjá HØJ.

Sjálvur hevur Ísak Vedelsbøl høgar væntanir til tíðina í Høj Elite.

- Eg havi valt at halda fast um mítt skifti til Høj Elite, tí eg komi í eitt umhvørvi við høgari dygd og sterkum leikarum har ferðin er høg og krøvini stór – og tað er júst tað, eg leiti eftir. Eg síggi framvegis HØJ Elite sum eitt stað, har eg kann mennast nógv, júst tí at góðskan á hópinum er høg og ætlanirnar stórar. Eg vil verða bjóðaður av hvønn dag, sigur hann.

Ísak Vedelsbøll er uppvaksin í Neistanum, spældi eitt ár við H71 áðrenn hann legði leiðina til Göteborg í Svøríki at spæla við IK Sävehof.

Ísak er als ikki fyrsti føroyingurin, sum hevur gjørt tænastu í HØJ Elite, sum er heimahoyrandi í Ølstykke og Jyllinge, norðan fyri Roskilde á Sælandi. Landsliðsleikararnir Jónas Djurhuus, Rói Berg Hansen og Pauli Jacobsen hava fyrr verið partar av liðnum. Marita Mortensen hevur eisini verið í felagnum.

HØJ hevur stórar ætlanir. Eitt nú spældu fyrrverandi donsku landsliðsleikararnir Michael Damgaard og Hans Lindberg við liðnum seinasta kappingarár. Svenski Hampus Wanne heldur fram í felagnum, og umframt Ísak Vedelsbøll hava stjørnur sum Lasse Andersson (Füchse Berlin) og Jannick Green (PSG) umframt norski Thomas Solstad (Hannover-Burgdorf) gjørt avtalu um at koma til felagið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder