Annað

Isak Brisenfeldt svomið seg til fleiri føroysk met í Herning

Í dag var hann nummar seks av 143 svimarum í 100 metrar frí í DM og betraði metið á teinum tvær ferðir, so tað nú er 0.50.87. Isak hevur tvær kappingar á skránni sunnudagin.

Isak Brisenfeldt við heiðursmerkjunum, sum hann higartil hevur vunnið í Herning: Gull í opnum bólki og ungdómsbólki í 200 firvald, umframt silvur í ungdómsbólki í 200 frí. Tá fór hann úr 1.53.05 og niður á 1.50.63 (Mynd: Svimjisamband Føroya)

Isak Brisenfeldt við heiðursmerkjunum, sum hann higartil hevur vunnið í Herning: Gull í opnum bólki og ungdómsbólki í 200 firvald, umframt silvur í ungdómsbólki í 200 frí. Tá fór hann úr 1.53.05 og niður á 1.50.63 (Mynd: Svimjisamband Føroya)

2026-07-11 21:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað regnar við føroyskum metum hjá Isaki Brisenfeldt.

Hetta staðfestir Svimjisamband Føroya á Facebook-síðu sínari, eftir at evnaríki svimjarin úr HS hevur sligið føroyska metið í 100 frí tvær ferðir í dag. Hetta so tað nú er niðri á 0.50,87.

- Til DM í Herning eru 143 svimjarar meldaðir til 100 frí. Isak svam seg í morgun til eitt 10. pláss við tíðini 51.41, sum er nýtt, føroyskt met. Gamla metið átti Bartal Eidesgaard áljóðandi 51.50 og tað er frá FM í ár.

Í kvøld svam betraði Isak aftur føroyska metið til 0.50.87. Talan er sostatt um tvey met sama dag. Betringin er samanlagt heili 0.53 sekund sum er sera nógv í svimjing, stafestir SSF - og at vera At vera nummar seks av 143 í hesi grein til DM er "heilt ómetaliga gott".

Isak Brisenfeldt betraði sína egnu tíð nærum eitt sekund og skal aftur í eldin í morgin, sunnudagin 12. juli.

Tá hevur havnarmaðurin 400 frí og 100 firvald á skránni.

Higartil hevur hann sligið føroysk met tríggjar ferðir í Herning, og er Isak Brisenfeldt Danmarksmeistari í 200 firvald.

Les eisini: Isak Brisenfeldt DM gull og nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder