Hondbóltur

Ísland: Bjarni og Allan í mansfinalunum - Silja í kvinnufinalunum

Bjarni í Selvindi varð javnsettur toppskjútti, tá Valur vann fimtu og avgerandi hálvfinaluna og føroyingauppgerðina. Eisini hjá kvinnum er Valur víðari til finalurnar um meistaraheitið.

Tveir fegnir fyrrverandi StÍF'arar - teir kunnu nú gleða seg til íslendskar finalur eftir týðandi landsdystirnar í næstu viku (Mynd: Agnar Prestá)

Tveir fegnir fyrrverandi StÍF'arar - teir kunnu nú gleða seg til íslendskar finalur eftir týðandi landsdystirnar í næstu viku (Mynd: Agnar Prestá)

2025-05-02 23:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan gjørdist um eitt ógvuliga gott kvøld fyri felagið, sum heimavøll á Hlíðarenda í Reykjavík: Bæði triðja hálvfinalan hjá kvinnum og tann fimta - og púra avgerandi hjá monnum - endaði við sigri til Val.

Føroyskir landsliðsspælarar eru á báðum liðunum. 

Silja Arngrímsdóttir Müller er eykamálverji hjá Vali, sum eisini skal spæla evropeiska finalu skjótt (European Cup) Ungi málverjin, við fortíð í Neistanum, spældi eina løtu í 31-23 sigrinum á ÍR. Sambært handbolti.is bjargaði Silja tvey skot og hevði 66.7 prosent - harvið komu trý skot móti henni, og føroyski málverjin gjørdi sítt.

Valur vann greitt í øllum trimum hálvfinalunum og skal í finalurøðini spæla móti Haukum ella Fram.

[object Object]
Silja Arngrímsdóttir Müller var við til HM play-off dystirnar móti Litava í apríl (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá monnum varð neyðugt við fimm hálvfinalunum hjá Vali fyri at knógva Afturelding. Liðið hjá Halli Arason og Sveini Olafsson vann teir báðar heimadystirnar, men í Reykjavík var Valur tað omaná.

Í kvøld endaði tað 33-29 eftir hálvleiksstøðuna 18-16. Bjarni í Selvindi hevur skotið flest mál í hálvfinalurøðini: Í kvøld varð 22-ára gamli skálamaðurin javnsettur toppskjútti hjá Vali við fimm málum, umframt at hann syrgdi fyri reyðum korti til mótstøðuman. Björgvin Páll Gústavsson var øðiligur í málinum við 23 bjargingum.

[object Object]
Eins og í Niðurlondum í mars, fekk ein mótstøðumaður reytt kort fyri at vera ov harðligur móti Bjarna í Selvindi (Mynd: Sverri Egholm)

Allan Norðberg skeyt tvey mál av vonginum hjá Vali, meðan Hallur Arason gjørdi eitt fyri Afturelding. 

Valur skal spæla Reykjavíka-uppgerð móti Fram í finalurøðini. Hetta verður eftir landsliðssteðgin, sum Allan og Bjarni skulu nýta til at royna at spæla Føroyar til EM-endaspælið og í so góða støðu har sum gjørligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder