Hondbóltur

Íslendingar boyggja seg: - Føroyar vóru bara betri

Íslendsk hondbóltsáhugaði tykjast at vera á einum máli eftir uppgerðina í Reykjavík. - Tær føroysku eru seiðar, og man skal ongantíð undirmeta hesa líltu men góðu tjóð, segði dagsins spælari hjá Íslandi.

Hafdis Renötudóttir, dugnaligi íslendski málverjin, rósti eisini føroyska liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Hafdis Renötudóttir, dugnaligi íslendski málverjin, rósti eisini føroyska liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-17 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Føroyar vóru bara betri

Hetta gongur aftur í niðurstøðunum hjá nógvum íslendskum viðmerkjarum, miðlum og fólki á sosialu miðnum eftir tapið fyri Føroyum mikukvøldið.

Hetta var fyrsta tapið hjá íslendsku kvinnunum higartil móti Føroyum, og tað hevur reist nakrar spurningar: Hvussu tað ber til, at man nú tapir móti "lítlusystur á heimavølli"

Sí eisini: Fyrsti sigur á Ísland

Føroysku U16-genturnar (2010 Kvinnur) vunnu báðar venjingardystirnar í Ísland fyrr í ár, og á miðlum sum RÚV (ríkssjónvarpð), visir.is og á handbolti.is er nógv rós til føroyska hugburðurin og hondbóltsevninini sum heild.

Hafdis Renötudóttir rósar eisini sínum mótstøðuliðið mikukvøldið. Stóri málverjin stóð ógvuliga væl við 15 bjargingum (38 prosentum), og man kann kanska siga, at hon syrgdi fyri, at tað var so mikið stórur spenningur um úrslitið sum 22-24.

- Vit stríðast og royna....men tær føroysku eru sera seiðar. Og man skal ongantíð undirmeta hesa líltu men góðu tjóð, sigur Hafdis Renötudóttir við RÚV.

[object Object]Føroysku fagnaður um søguligan sigur í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

Ísland skal royna at reisa seg í Portugal sunnudagin - her verður talan um sannan lykladyst. Føroyar taka ímóti Montenegro, hægst styrkismetta liðnum í bólkinum, vð Tjarnir í morgin.

2. umfar í undankappingini til EM 2026 
Leygardagin 18. oktober
19.00: Føroyar - Montenegro

Støðan eftir 1. umfar:
1. Montenegro 2 stig
2. Føroyar 2 stig 

----------------
3. Ísland 0 stig
4. Portugal 0 stig

Sí eisini: Eftir sigurin í Íslandi: - Hava selt nógv hundrað atgongumerki afturat til heimadystin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder