placeholder
Hondbóltur

Íslendska vónin livir enn - Svøríki hevur ongan møguleika at røkka hálvfinaluni

Ísland koppaði í gjár Portugal. Svøríki stríddist væl móti, men norðmenn vóru sterkari. Ungarn vann við einum málið á Slovenia.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-01-20 09:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Umfar nummar tvey út av fýra í "norðurlendska" bólkinum í Malmö varð leiktur í gjár, og eftir tað er greitt, at har er ógvuliga opið.

Ísland fekk tamarhald á Portugal, ið annars hølvaði vertirnar av fríggjakvøldið. Tað gingu sjey minuttir, til Portugal fekk sítt fyrsta mál, og skjótt eftir tað var 7-1. Ísland spældi effektivt og væl, og fekk fyrstu løtuna vart ógvuliga væl fyri portugisum, sum so líðandi komu inn í dystin. Brekkan var tó ov tung, og bæði liðini hava nú 2 stig og skulu vinna sínar írestandi dystir fyri at koma í hálvlfinaluna. 

[object Object]
Superveteranurin á vinstra vongi, Guðjón Valur Sigurðsson, skoraði fimm mál (Mynd: EPA)

Ungarn vann sera tætta og umráðandi dystin móti Slovenia. Harvið hava bæði liðini fýra stig og framvegis góðan møguleika fyri at koma víðari.

Svøríki spældi ein greitt betri dyst móti Portugal, tá EM-favorittarnir "vitjaðu". Tað eydnaðist tó ikki at fáa álopsspælið at koyra, og tí hjálpti lítið at sviar nøkulunda tálmaðu Sander Sagosen og co.

So at siga tað einasta, sum ikki heilt koyrdi hjá Noregi móti Ungarn fríggjadagin, var málmansspælið.  Í gjárkvøldið spældi Torbjørn Bergerud tó fálíka væl í norska málinum. Tá stórir tveir minuttir restaðu í, kundi Svøríki koma á -1 , men Bergerud vardi sera væl fyri, og so reyk seinasta vónin hjá Svøríki, sum nú ikki kann koma víðari. Noreg hevur nú vunnið fimm útav fimm dystum í endaspælinum. 

[object Object]
Torbjørn Bergerud bjargaði fleiri enn 40 prosent av svensku málroyndunum - fleiri stórbjargingar vóru har ímillum (Mynd: EPA)

[object Object]

Tað vóru verjurnar, ið sum so stýrdu dystinum (Mynd: EPA)

Bólkur 2: 
Dystirnir í gjár:
Portugal - Ísland 25-28 (12-14)
Slovenia - Ungarn 28-29 (16-13)
Noreg - Svøríki 23-20 (12-8)

Støðan: 
Noreg 6
Ungarn 4
Slovenia 4
Ísland 2
Portugal 2
Svøríki 0

Í morgin (týsdagin 21/1)
Portugal - Slovenia
Noreg - Ísland
Svøríki - Ungarn 


Í dag er fult umfar í bólki 1, og Spania og Kroatia kunnu longu spæla seg í hálvfinalurnar.

Bólkur 1
Dystirnir í dag:
15.00: Kroatia - Kekkia
17.15: Hvítarussland - Spania
19.30: Eysturríki - Týskland

Støðan: 
Spania 6
Kroatia 6
Týskland 2
Eysturríki 2
Hvítarussland 2
Kekkia 0

Tvey av fýra umførunum eru leikt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder